Medisinski
depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivara brøk 0,8, talan er um fast
starv at byrja 01.12.2026 ella eftir nærri avtalu.
Visiónin hjá
Landssjúkrahúsinum er at veita sjúklingum eina góða heilsutænastu á høgum
fakligum støði. Framtíðarmyndin er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, og at
Landssjúkrahúsið skal menna og útbúgva starvsfólkini til hesa uppgávuna, so at
samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi.
Uppgávurnar eru
fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um vanligar læknaskrivarauppgávur,
telefonavgreiðslu, luttøku á konferensum, samskipan av virkseminum í
ambulatorium og at hava krabbaskráseting (cancerregistrering) og at vera ein
partur av krabbaútgreiningareindini.
Læknaskrivararnir
á Medisinska deplinum arbeiða við serøkjunum kardiologi, lungasjúkur,
neurologi, nefrologi, reumatologi, endokrinologi, diabetes, gastroenterologi,
onkologi, hæmatologi, dermatologi og infektiónsmedisin.
Førleikakrøv:
- Útbúgving sum
læknaskrivari
- Fleksibilitet og áhuga í
tvørfakligum samstarvi
- Góðan telduførleika
- Góð samstarvsevni, verða
tænastuhugað/ur og tola skiftandi arbeiðsuppgávur
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt áhugavert
arbeiðsøki undir støðugari menning
- eitt tvørfakligt
samstarv við serlæknar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar,
fysioterapeutar, ergoterapeutar o.o.
- Møguleika fyri
fakligari- og persónligari menning
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála
millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið
Nærri upplýsingar um starvið fæst
við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Heidi á Høvdanum Andreasen á tlf.
304500, lokal 6077 ella senda teldupost til heia@ls.fo
Umsóknarfreistin er 02.11.2026
Vinarliga søk starvið her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við
til samrøðu.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv