Summarferiuavloysarar til Skurð seingjadeildina G4/H2 á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið Útgivið týsdagur, 24. mars 2026
Umsóknarfreistin er mánadagur, 13. apríl 2026

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til

Skurð seingjadeildina. Talan er um summarferiuavloysarastørv í skiftandi vaktum í tíðarskeiðinum 01.06.2023 til og við 31.08.2023.

Deildin er ein kirurgisk seingjadeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, parenkym, urologi, gynekologi, ONH og eygnasjúkum. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 34 sjúklingum, við 22 plássum á G4 og 10 plássum á H2. Eisini umfatar virksemið Dagskurð.

Setanarøkið og tænastan er í løtuni á G4/H2 á Skurðdeplinum.

Førleikar

  • tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari ella tú ert lesandi
  • tú hevur dirvi, góð samstarvsevni og ert fleksibul
  • tú hevur fakligan áhuga innan økini
  • tú hevur eitt opið og jaligt sinni
  • tú hevur góðan telduførleika.

Vit kunnu bjóða

  • eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • upplæring á deildini

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mariu Matras Thorkildshøj deildarleiðara, tlf. 304599 - lokal 5064 t-post: marmt@ls.fo ella til Elin Vitalis, depilsleiðara, tlf. 304599 - lokal 5102 t-post: elivi@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 13.04.2026

Vinarliga søk starvið her.


Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Preia ein vinSíggj onnur størv