Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir
eftir einum starvsfólki til setan 1. desember 2026. Talan er um starv, har arbeiðstíðin
hvørja viku er frá mánadag til fríggjadag kl. 7.30 til 14.30.
Um
starvið:
Umframt
vanliga kundatænastu, er partur av arbeiðinum at standa fyri klárgerð av mati,
seta vørur á hillarnar, halda kafeina reina og ruddiliga.
Persónligir
eginleikar:
- tú gongur høgt upp í
kundatænastu
- tú ert fyrikomandi og røkin
- tú hevur teldukunnleika
- tolir broytingar í starvinum
Dagligt
samskifti er við sjúklingar og onnur viðskiftafólk, tí er umráðandi at tit
skilja hvønn annan væl.
Vit bjóða:
- felags innleiðsla fyri starvsfólkum
- upplæring á staðnum
Kafein er
staðsett í Forhøllini, men er partur av høvuðskøkinum á Landssjúkrahúsinum. Starvsfólkini
hava ein virknan gerandisdag saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.
Nærri
fæst at vita um
starvið við at venda sær til:
May Dahl
Wildstrup, dagligur leiðari í kafeini, telefon 304764 ella Gudnu á Rógvi
Joensen leiðara í høvuðskøkinum tel. 234520
Setanartreytir:
Lønar- og
setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar
arbeiðskvinnufelag.
Umsóknarfreistin
er 03.11.2026
Vinaliga søk
starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv