Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir leiðslufulltrúa

Landssjúkrahúsið Útgivið mánadagur, 11. august 2025
Umsóknarfreistin er mánadagur, 25. august 2025

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir leiðslufulltrúa til fyrisitingina. Talan er um eitt fulltíðarstarv til setan 1. oktober 2025.

Leiðslufulltrúin vísir til og virkar í tøttum samstarvi við depilsleiðsluna, og hevur dagligt samband við heilsustarvsfólk og vitjandi konsulentar í deplinum, fyrisitingarligu stáparnar á Landssjúkrahúsinum (t.e. fíggjardeildin, starvsfólkadeildin, KT-deildin), og við Tænastudepilin v.fl.

 

Títt ábyrgdarøkið

  • At tryggja dygd og skynsemi í fyrisiting, rakstri og fíggjarviðurskiftum í deplinum í tøttum samstarvi við depilsleiðsluna

 

Tínar arbeiðsuppgávur

Umsita fyrisitingarligar, rakstrarligar og fíggjarligar uppgávur við tilvísing til depilsleiðsluna

 

  • gera fíggjarætlan í samráð við depilsleiðsluna og hava fíggjarstýring um hendi
  • gera hagtøl yvir virksemið á deplinum
  • málsviðgera og journalisera
  • umsita vaktplansskipanina, E-løn og samskifta við starvsfólkadeildina
  • umsita tænastuferðir fyri starvsfólkini í deplinum, og logistikkin viðvíkjandi konsulentum
  • umsita skeiðskontuna fyri starvsfólkini í deplinum
  • fyrireika fundir og skriva fundarfrágreiðingar
  • vera við til at samskipa trivnaðartiltøk í deplinum
  • taka lut í gerð av ársætlan og -frágreiðing og øðrum publikatiónum
  • dagføra heimasíðu og heimabeiti í samstarvi við samskiftiseindina 

 

Vit leggja dent á, at tú

  • hevur útbúgving frá hægri lærustovni á bachelor- ella masterstigi
  • hevur arbeiðsroyndir innan fyrisiting og fíggjararbeiði
  • hevur góðan kunnleika til KT-skipanir, td Búskaparskipan Landsins, journalskipanini 360 og heimasíðuskipanir
  • ert væl skipað/ur, kann arbeiða sjálvstøðugt og fær ting frá hondini
  • hevur góð samskiftis- og samstarvsevni og vísir tænastusinni í arbeiðinum


Vit bjóða

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt í fyrisitingini
  • Eitt fjølbroytt starv, har tú fært innlit og ávirkan á menningina í deplinum
  • Samstarv við hinar leiðararnar og starvsfólkini á Familjudeplinum
  • Eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi

 

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja 304500 til Elin Helenu Ásudóttir, depilsleiðara, lokal 3502, teldupost: elias@ls.fo .

Umsóknarfreistin er 25. august 2025.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her. 


Familudepilin við Barnakonueindini, gynekologi, Børn&Ung somatik og Børn&Ung psykiatri varð settur á stovn 1. juni 2021. Árliga fíggjarætlan er umleið kr. 72 mió og umleið 130 fólk starvast í deplinum. 

Familjudepililin er stovnaður við tí endamálið, at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonuni, barnafamiljuni og børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi.

Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.

Preia ein vinSíggj onnur størv