Hevur tú hug
at arbeiða við samskipan og fyrisiting, sum hevur beinleiðis týdning fyri
sjúklingar og avvarðandi? Ert tú tænastusinnað/ur, og megnar tú at varðveita
yvirlitið í einum krevjandi gerandisdegi? So er hetta kanska nakað fyri teg.
Uttanlandstænastan
søkir eftir einum skrivstovufólki og einum sjúkrarøktarfrøðingi til starv sum
sjúklingasamskipari. Bæði størvini eru til setan 1. november 2026 ella eftir
nærri avtalu.
Arbeiðstíðin
í báðum størvunum er í dagtímunum gerandisdagar millum kl. 8.00 og 16.00.
Um
Uttanlandstænastuna
Uttanlandstænastan
er eitt týdningarmikið bindilið millum sjúklingin, avvarðandi, klinisku
deplarnar og samstarvsfelagar uttanlands. Uppgávurnar verða loystar í tøttum
samstarvi við sjúkrahús, sjúklingavegleiðarar, sjúklingasamskiparar,
sjúklingahotell og ferðaveitarar.
Fyri
sjúklingar og avvarðandi kann tað vera krevjandi at fara av landinum í
sjúkraørindum. Tí hava greið samskifti, neyvt fyrisitingarligt arbeiði og góð
samskipan stóran týdning. Okkara arbeiði skal vera við til at skapa tryggleika
og yvirlit í einari støðu, har nógv kann vera ókent.
Okkara
kjarnuuppgáva er at samskipa fyrisitingarligu og praktisku viðurskiftini, tá
sjúklingar verða ávístir til kanningar og viðgerð uttanlands. Vit arbeiða fyri,
at sjúklingagongdin er vælskipað og samanhangandi, og at sjúklingar og
avvarðandi fáa greiða kunning og vegleiðing á leiðini.
Arbeiðið
fevnir um innkalling, ferðing, uppihald og samskipan í sambandi við heimferð.
Harumframt umsitur deildin fíggjarlig viðurskifti, kautiónir og avrokningar í
sambandi við uttanlandsviðgerð. Vit vegleiða sjúklingar og avvarðandi um
rættindi og praktisk viðurskifti og taka støðu til spurningar um fylgjara
sambært galdandi reglum.
Á deildini
arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar og skrivstovufólk í fyrisitingarligum størvum.
Starvsfólk hjá Atlantic Airways, sum hava arbeiðsstað á Uttanlandstænastuni,
eru eisini ein náttúrligur partur av starvsfólkabólkinum. Saman arbeiða vit við
at menna arbeiðsgongdir og skapa góðan samanhang í tænastuni til sjúklingar og
avvarðandi.
Høvuðsuppgávur
á deildini
Uppgávurnar
verða býttar við støði í útbúgving, fakligum førleikum og ábyrgdarøki hjá
hvørjum starvsfólki. Bæði fakøkini geva sítt íkast til arbeiði, samskifti og
menning av arbeiðsgongdum. Samstarvið byggir á virðing fyri fakligari vitan,
metingum og ábyrgd hjá hvørjum øðrum.
Høvuðsuppgávurnar
á deildini eru at:
- Fyriskipa
og samskipa sjúklingagongdir í sambandi við kanningar og viðgerð uttanlands,
herundir innkalling, ferðing, uppihald og heimferð.
- Avgreiða
í móttøkuni og samskifta við, vegleiða og stuðla sjúklingum og avvarðandi.
- Ráðgeva
um rættindi og praktisk viðurskifti sambært galdandi reglum, herundir viðgera
spurningar um fylgjara.
- Samstarva
við kliniskar deildir, viðgerðarstøð, sjúklingavegleiðarar,
sjúklingasamskiparar, sjúklingahotell og ferðaveitarar í Føroyum og uttanlands.
- Umsita
kautiónir og umbønir og søkja um fyrisitingarligt CPR-nummar til sjúklingar.
- Avgreiða
ferðaskjøl og ferðaendurgjald.
- Røkja
bókhaldsuppgávur, herundir eftirkanna og avgreiða avrokningar fyri viðgerð
uttanlands og tryggja, at tær samsvara við ávístu viðgerðina.
- Eftirkanna,
at klinisku sjúklingagongdirnar samsvara við galdandi avtalur og lógarverk.
- Ráðgeva
um og avgreiða avrokningar fyri útlendingar í viðgerð á Landssjúkrahúsinum.
- Loysa
uppgávur í sambandi við andlát, herundir gera avtalur um fráferðir í
kapellinum.
- Gera
hagtøl um uttanlandsviðgerð.
- Eftirmeta
og menna sjúklingagongdir og innanhýsis arbeiðsgongdir.
- Røkja
aðrar fyrisitingarligar uppgávur á deildini.
Útbúgving
og fakligar royndir
Til
skrivstovustarvið søkja vit eftir tær, sum hevur skrivstovuútbúgving ella aðra
viðkomandi útbúgving. Tú dugir at brúka tína fakligu vitan í fyrisiting,
málsavgreiðslu og tilrættisleggjan. Royndir við fyrisitingarligum arbeiði í
heilsuverkinum og kunnleiki til Cosmic og Búskaparskipan Landsins eru ein
fyrimunur.
Til starvið
sum sjúklingasamskipari søkja vit eftir tær, sum hevur góðkenda útbúgving og
royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tú hevur áhuga fyri fyrisitingarligum
arbeiði og samskipan og dugir at brúka tína fakligu vitan í metingum,
vegleiðing og stuðli til sjúklingar og avvarðandi.
Felags
fyri bæði størvini
Vit hava
tørv á starvsfeløgum, sum varðveita ró og yvirlit og samskifta greitt og
virðiliga, eisini tá nógv er at gera. Tú skalt kunna taka ábyrgd, siga frá, tá
uppgávurnar krevja hjálp ella felags raðfesting, og vera við til at skapa góðar
arbeiðsgongdir saman við leiðslu og starvsfeløgum.
Vit
leggja dent á, at tú
- Dugir
at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis, eisini tá fortreytirnar broytast.
- Arbeiðir
sjálvstøðugt og tekur virknan lut í samstarvinum.
- Megnar
at handfara fleiri uppgávur í senn og arbeiða skjótt og nágreiniliga, tá á
stendur.
- Ert
opin, ábyrgdarfull/ur og tænastusinnað/ur.
- Hevur
góð samskiftis- og samstarvsevni og virðir fakligu vitanina hjá øðrum.
- Hevur
góðan telduførleika og dirvi at læra nýggjar skipanir.
Vit bjóða
- Felags
innleiðslu og upplæring á deildini.
- Eitt
fjølbroytt og týdningarmikið starv, har tín útbúgving, vitan og royndir hava
stóran týdning fyri bæði sjúklingavenda og fyrisitingarliga arbeiðið.
- Møguleika
at menna tínar fakligu førleikar og vera við til at menna arbeiðsgongdir og
sjúklingagongdir.
Løn- og
setanartreytir eru
sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri
upplýsingar um
størvini fáast við at venda sær til Selmu Herup, HR deildarstjóra, á tlf. +298 286863 ella við telduposti til selma@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 14. oktober 2026.
Viðmerk í
umsóknini, hvat starv tú søkir.
Her
kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini
Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva
er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu
fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa
eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum,
avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis
sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har
virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í
gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30
ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv