Starvsfólk til Sjúkraflutningstænastuna

Landssjúkrahúsið Útgivið týsdagur, 4. februar 2025
Umsóknarfreistin er hósdagur, 20. februar 2025

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólkum, góðkendum ambulansaviðgerðum (ambulancebehandler) ella ambulansaatstøðingum (ambulanceassistent).

 

  • Talan er um fulltíðarstørv á brøk 1,0 í skiftandi vaktum til setan 1. mars 2025 ella eftir nærri avtalu.

Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum, sum ein partur á Sjúkrahúsverkinum, er at sjúklingurin skal vera í miðdeplinum. Starvsfólkini skulu vera errin av at arbeiða her, og at samfelagið skal fáa ágóðan av okkara virksemi.

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum fevna um Streymoy, Eysturoy og Vágar. Her starvast í løtuni umleið 40 fólk. Deildin hevur 20 bilar, íroknað 16 sjúkrabilar. Vaktsentralurin, ið hoyrir til deildina, er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið.

Sjúkraflutningstænastan krevur at øll starvsfólk skulu til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið, fyri at tryggja at tænastan veitir eitt dygdargott arbeiði.

 

Førleikakrøv

  • danska autorisatión sum ambulansaviðgeri (ambulancebehandler) ella ambulansaatstøðingur (ambulanceassistent) - assistentútbúgvingin frá 2017 ella seinni
  • koyrikort til bólk C ella D (Til ber at verða settur í fast starv uttan at hava koyrikort til bólk C ella D. Tá hesi koyrikort eru treyt fyri at røkja starvið er tað ein treyt, at byrjað er uppá hesi koyrikort áðrenn royndartíðin er úti.)
  • koyrikort til persónbil í minst 3 ár
  • fyltur 21 ár
  • reina revsiváttan
  • góða heilsu og fysik
  • sjón ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
  • dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • telduførleika á brúkarastøði

 

Vit vænta, at tú

  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • hevur virðiliga framferð, bæði yvir fyri sjúklingum, starvsfeløgum og leiðslu
  • Hevur góðar sosialar / menniskjligar eginleikar 
  • megnar at umstilla seg og taka við nýggjum avbjóðingum
  • sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
  • tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
  • virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og líkur tey krøv, ið verða sett (stovnurin setur) í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti

 

Vit bjóða

  • felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv
  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag 
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum

Royndartíðin er 3 mánaðar

Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava reina revsiváttan við. Ein fysisk roynd, sum skal klárast, er partur av setanartilgongdini. Samrøður og fysiska royndin verða í viku 9 í 2025.

Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Bárður Bendix Mikkelsen, deildarleiðara, tlf. 234601, teldupost: barmi@ls.fo ella Gunnar Hjelm, varaleiðara tlf. 234602, teldupost: gunhj@ls.fo

Umsóknarfreistin er 20. februar 2025

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Tú kann lesa meira um Sjúkrahúsverkið á www.sjukrahus.fo

Vinarliga søk starvið her 

Kennir tú teg sjálvan aftur í samband við virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum hygg her

 

Leinkja til fysisku royndina trýst her (lánt av Ambulance Syd)

Preia ein vinSíggj onnur størv