Skurðgongin á Landssjúkrahúsinum søkir
eftir deildarleiðara til Skurðgongina til setan 1. november 2026 ella eftir
nærri avtalu.
Skurðdepilin hevur eitt tætt tvørfagligt
samstarv tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini Skurðgongin
(Endoskopiin og Sterilsentralurin), Seingjadeildin G4 og H2, Kirurgisk
ambulatorie, Oyra- næsa- og hálsdeildin, Eygnadeildin, Barnakonueindin og
Læknaskrivararnar.
Á Skurðgongini starvast 15 skurðsjúkrarøktarfrøðingar,
5 endoskopisjúkrarøktarfrøðingar, 3 sterilatstøðingar og skurðlæknar. Deildin
er skipað við einum dagligum deildarleiðara, einum varaleiðara og
læknaligum funktionsleiðara og depilsleiðslu, sum hevur evstu ábyrgd av deplinumn.
Deildarleiðarin hevur til dagligt ábyrgd
fyri sjúkrarøktini innan skurðøkið, endoskpiina og sterilsentralin.
Deildarleiðarin kann koma at hava nakrar fáa vaktir gerandisdagar.
Á Skurðgongini verða gjørdar umleið 3000
skruðviðgerðir um árið og 1800 endoskopi viðgerðir. Í sterilsentralinum verða
øll instrumentir til allar skurðviðgerðrir endurviðgjørd, eisini serviserar
sterilsentralurin øðrum deildum á Landssjúkrahúsinum.
Arbeiðið sum deildarleiðari fevnir um
- At
vera fyrisitingarligur og fakligur leiðari hjá starvsfólkunum á Skurðgongini
- At
umsita fíggjarjáttanina fyri deildina
- At
virka fyri menning innan Skurðøkið, Endoskopiøkið og Sterilsentralin
- At
skipa fyri undirvísing og menning av starvsfólkunum á deildini
- At
gera og skipa fyri mannagongdum fyri tey ymsu økini á deildini
Førleikar
- Prógv
og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Royndir
sum skurðsjúkrarøktarfrøðingur
- Útbúgving
og/ella royndir innan leiðslu er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
- Góðan
telduførleika
Vit vænta at tú
- Hevur
hug og áræði at virka fyri menning, har sjúklingurin verður settur í
fremstu røð
- Er
eldhugað/ur og megnar at geva fakligan íblástur til starvsfelagar
- Hevur
góð samskiftis- og samstarvsevni
- Virkar
fyri góðum arbeiðsumhvørvi, sjúkrarøktarfakliga og tvørfakliga
Vit bjóða
- Eitt
mennandi og spennandi starv við fakliga dugnaligum starvsfeløgum
- Góða
innleiðslu
- Samstarv,
sparring og stuðul frá deildar- og depilsleiðslu
Lønar - og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Guðrun
Setberg Lindenskov, depilsleiðara á tlf. 304599, lokal 5102, t-post gudli@ls.fo, ella Elinborg Mortensen,
depilsleiðara á tlf. 304599 lokal 5100, t-post elimo@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 6. september 2026.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og
strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý
sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.
Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá
gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta,
virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri
sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita
rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt
arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit
brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200
starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv