Arbeiðsfólk til Tænastudeildina á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið 

Tænastudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir arbeiðsfólki til Tænastudeildina. Talan er um tímalønt ófaklært starv innan húsavarðatænastuna til setan skjótast gjørligt ella eftir avtalu. 

Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum, har tú møtir í bæði dag- og kvøldvakt. Arbeitt verður somuleiðis umleið 4. hvørt vikuskifti. 

Vaktirnar eru skipaðar soleiðis, bæði gerandisdagar og vikuskiftir:

  • Dagvaktin er frá kl. 07.00 - 15.00 ella 08.00 - 15.00
  • Kvøldvaktin er frá kl. 10.00 - 18.00
  • Vikuskiftisvaktin er frá kl. 07.00 - 18.00

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Inni- og útiarbeiði
  • Innanhýsis flutningur av vognum fyri køkin og vaskaríið
  • Annar flutningur sum t.d. vørukoyring fyri goymsluna og ruskkoyring
  • Annað fyrifallanda arbeiði, sum til tíðir kann vera tungt

Persónligir eginleikar

  • Ábyrgdarkensla
  • Fryntlig/ur og fyrikomandi
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Góð samstarvsevni og røkjuskap
  • Góða heilsu

Tann, sum settur verður, skal hava koyrikort til persónbil. Fyrimunur er, um viðkomandi hevur koyrikort BE.

Vit bjóða

  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagnum
  • Neyðuga upplæring við starvsbyrjan

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsningar starvið fáast við at venda sær til Heimir Ottósson, deildarleiðara fyri Tænastudeildina, á tlf. 304570 ella á teldupost heimir.ottosson@ls.fo

Umsóknarfreistin er 18. januar 2026.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv

Publishedfríggjadagur, 2. januar 2026

Application deadlinesunnudagur, 18. januar 2026

ContactStarvsfólkadeildinhr@ls.fo+298 304599, lok 1097

Workplace addressNot specified