Áhuga fyri tólum? Vit søkja starvsfólk við tøkniligari bakgrund til Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið Útgivið fríggjadagur, 7. november 2025
Umsóknarfreistin er sunnudagur, 23. november 2025

Áhuga fyri tólum? Vit søkja starvsfólk við tøkniligari bakgrund til Landssjúkrahúsið 

Landssjúkrahúsið søkir eftir einum starvsfólki, sum hevur fakligan førleika og áhuga fyri tøkniligari útgerð. Talan er um starv á Medico teknisku deild. 

Um starvið

Medico tekniska deild stendur fyri umvælingum, viðlíkahaldi og eftirliti av medico tekniskum tólum í Sjúkrahúsverkinum. Farið verður eisini út á ymiskar deildir á Landssjúkrahúsinum, har vit eisini  umvæla tól. 

Arbeitt verður m.a. við hesum:

  • Medicoteknik, so sum røntgen, EKG og tilhoyrandi KT skipanir
  • Telesamskiftistøkni, har TRIO callcentur er partur av tøknini
  • Allari sjónvarps- og útvarpstøkni á Landssjúkrahúsinum

Upplæring og innleiðsla verður við starvsbyrjan.

Førleikakrøv

  • Tú skal hava útbúgving sum elektronikfak tøkningur, elektronikmekanikari ella líknandi.
  • Arbeiðsroyndir innan  elektronik fakliga økið, kann vera ein fyrimunur.

Vit vænta at tú

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum 
  • Ert álítandi og fyrikomandi
  • Tolir broytingar í arbeiðinum 
  • Hevur góðar KT førleikar, og vilja at eftirútbúgva teg í Føroyum og uttanlands

Vit bjóða

  • Eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum
  • Ávirkan á fakliga menning
  • Góða innleiðslu 

Lønar- og setanartreytir: 

Starvið er fulltíðarstarv, har ein eisini er partur av vaktarskipanini á deildini. Í vaktarskipanini hava starvsfólk tilkallivakt í eina viku, umleið 4. ella 5. hvørja viku. 

Starvsstaður er á Landssjúkrahúsinum, men har kunnu verða arbeiðsuppgávur í øllum Sjúkrahúsverkinum.   

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Starvið er til setan 1. februar 2026 ella eftir avtalu. 

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Einar Venned, deildarleiðara , telefon 304533, teldupost einve@ls.fo

Umsóknarfreistin er 7. Desember 2025

Vinaliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk 

Preia ein vinSíggj onnur størv