Vit søkja starvsfólk við tøkniligari bakgrund til Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið Útgivið fríggjadagur, 12. september 2025
Umsóknarfreistin er fríggjadagur, 26. september 2025

Landssjúkrahúsið hevur eitt spennandi starv til tín, sum hevur fakligan førleika og áhuga fyri tøkniligari útgerð. Talan er um starv á Medico teknisku deild, við starvsbyrjan 1. november 2025 ella eftir avtalu. 

Um starvið

Medico tekniska deild stendur fyri umvælingum, viðlíkahaldi og eftirliti av medico tekniskum tólum í Sjúkrahúsverkinum. Deildin hevur somuleiðis ábyrgdina av samskiftistøkni, og av allari sjónvarps- og útvarpstøkni á Landssjúkrahúsinum. Vit umvæla tól á deildunum og undirvísa starvsfólki, tá nýggj tól verða tikin í nýtslu.

Harumframt verður m.a. arbeitt við hesum skipanum:

  • Medicoteknik, so sum røntgen, EKG og  tilhoyrandi KT skipanum 
  • Telesamskiftistøkni og DAS
  • TRIO callcentur

Landsjúkrahúsið brúkar Dalux og Patsec viðlíkahaldsskipan.

Starvið er fulltíðarstarv, har ein eisini er partur av vaktarskipanini á deildini. Í vaktarskipanini hava starvsfólk tilkallivakt í eina viku, umleið 4. ella 5. hvørja viku.

Starvsstaður er á Landssjúkrahúsinum, men har kunnu verða arbeiðsuppgávur í øllum Sjúkrahúsverkinum.   

Um teg

  • Útbúgving sum elektroniktøkningur, elektronikmekanikari ella líknandi. Arbeiðsroyndir innan  elektronik fakliga økið, kann vera ein fyrimunur.

Vit vænta at tú

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum 
  • Ert álítandi og fyrikomandi
  • Tolir broytingar í arbeiðinum 
  • Hevur vilja til at eftirútbúgva teg í Føroyum og uttanlands

Vit bjóða

  • Eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum
  • Ávirkan á fakliga menning
  • Góða innleiðslu 

Setanartreytir: 

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Einar Venned, deildarleiðara , telefon 304533, teldupost einve@ls.fo

Umsóknarfreistin er 26. september 2025

Vinaliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Preia ein vinSíggj onnur størv