Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir radiograf til Røntgendeildina frá 1. apríl 2026, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv á fulla tíð, 40 tímar um vikuna, við tilkallivakt frá heimi, kvøld/nátt og vikuskifti.
Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum arbeiða umleið 1100 starvsfólk, harav 25 eru staðsett á Røntgendeildini - 1 funktiónsleiðari, 1 toymisleiðari, 13 radiografar, 1 sjúkrarøktarfrøðingur, 6 læknaskrivarar/skrivarar og 4 røntgenlæknar.
Deildin ger umleið 39.000 kanningar um árið, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða beskrivaðar.
Um teg
Tú hevur áhuga og árræði at bjóða teg fram at arbeiða á eini spennandi deild, har tú arbeiðir tætt saman við fakliga dugnaligum starvsfeløgum.
Tú ynskir at arbeiða sum radiografur, og geva títt íkast til deildina, bæði fakliga og socialt.
Røntgendeildin ger hesar kanningar:
- Konventionellar kanningar
- CT-skanningar
- MR-skanningar
- Ultraljóðkanningar
- Mammografi/Screening
Førleikakrøv:
- Radiografur (danska autorisatión)
- Góð samstarvsevni
- At miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
Vit bjóða:
- Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við ymisum uppgávum
- Fakligar kompetentar og virknar starvsfelagar
- Positivt tvørfakligt samstarv
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Radiografar í Føroyum/Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Arbeiðstíðin er fulla tíð, 40 tímar um vikuna, við tilkallivakt frá heimi, kvøld/nátt og vikuskifti.
Nærri kunning fæst við at ringja til Lisu Frederiksberg, funktiónsleiðara, tel 234505.
Umsóknarfreistin er tann 22. februar 2026
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv