Ert tú føðsluatstøðari,
ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving, og hevur tað týdning fyri teg at
gera føðslurættan mat, til bæði sjúklingar og starvsfólk, so er eitt
fulltíðarstarv leysta at søkja í Køkinum á Landssjúkrahúsinum. Starvsbyrjan er 1.
desember 2026 ella eftir avtalu.
Vit húsast í køkinum í H bygninginum, og arbeiða við nýggjari útgerð, sum kann menna framleiðsluna og arbeiðið í
køkinum. Køkurin ger mat til sjúklingar, og eisini til Kafeina, Skálan og
Matarhøllina. Vit eru sannførd um, at maturin hevur stóran týdning, og vit leggja
stóran dent á, at maturin er bæði góður og føðslurættur.
Um starvið:
Arbeiðsuppgávurnar
umfata planlegging og fyrireiking av matframleiðslu. Harumframt ert tú partur
av matgerðini, at borðreiða, fremja innaneftirlit, uppvaskinum og reingerð av
køkinum.
Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00. Vikuskiftisvaktir
eru umleið 3. hvørt vikuskifti, og eru vikuskiftisvaktir eisini kl 7.00 til
15.00.
Roknast kann við broytingum í arbeiðstíðunum og
arbeiðsuppgávunum, so hvørt sum H bygningurin verður tikin í nýtslu.
Førleikar:
- tú ert føðsluatstøðari ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving
- tú hevur kt-førleika á brúkarastøði
- arbeiðsroyndir frá stovnskøki og at framleiða dietar kann vera ein
fyrimunur
Um
teg:
- tú ert álítandi og røkin
- tú dugir at taka ábyrgd og tolir, at tað til tíðir er nógv at gera
- tú tolir broytingar í arbeiðinum
Vit
bjóða:
- virknar og dugnaligar starvsfelagar
- ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
- felags innleiðslu fyri nýggjum starvsfólkum, umframt upplæring á staðnum
Løn
og setanartreytir smb. sáttmálan millum Kost- og føðslufelag Føroya og
Fíggjarmálaráðið.
Nærri
fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen,
leiðara í høvuðskøkinum, telefon 234520 ella teldupost
gudna@ls.fo
Umsóknarfreistin
er 26. oktober 2026
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv