Ein spennandi og
avbjóðandi útbúgving har tú ger mun
Sjúkraflutningstænastan á
Landsjúkrahúsinum søkir eftir tveimum lærlingum at útbúgva seg til
ambulansuviðgera at byrja 04.01.27. Fyrsta skúlagongd í Danmark byrjar 20.01.27.
Arbeiðið sum ambulansuviðgeri
í Sjúkrahúsverkinum umfatar arbeiði á skaðastaðnum, heima hjá sjúklinginum,
inni á sjúkrahúsinum og í sjúkrabilinum.
Undir útbúgvingini lærir tú
at gera bjargingararbeiði og viðgerð á staðnum og í sjúkrabilinum. Tú lærir eisini
um flutning av sjúkum ella skøddum fólki, at fáa tey skjótt og trygt til
sjúkrahúsið.
Ein partur av arbeiðinum
umfatar at vera saman við menniskjum, sum hava tað trupult, skapa tryggleika og
geva umsorgan.
Tað er umráðandi at tú
dugir at lurta, er nærverandi, vekir álit, hevur jaliga menniskjaáskoðan og er
góð/góður til samstarv.
Í lærutíðini kemur tú at
arbeiða í Sjúkraflutningstænastuni á Landsjúkrahúsinum.
Útbúgvingarlongd: 4 ár og 1
mánaður
Skúlagongd: Rybners Teknisk
Skole í Esbjerg í Danmark. Starvsvenjingin er á Landsjúkrahúsinum
Meðan tú er í skúla í
Danmark býr tú á skúlaheimi.
Førleikakrøv
- Skal vera fyltur 21 ár tá lærutíðin byrjar
- Skal hava staðið støddfrøði og føroyskt á minimum 10. floks støði
- Læknaváttan
- Er sálarliga heilsusterk/ur, tí tú skalt arbeiða
við sjúkum, sálarliga óstøðugum, kreppuraktum ella doyggjandi fólki
- Er væl fyri likamliga
- Er sinnað/ur at hava tætt samband við onnur
- Er ábyrgdarfull/ur og árvakin
- Er
tænastusinnað/ur
- Umhugsin
- Er
praktisk/ur og loysningsrættaður.
- Er sinnað/ur
at arbeiða uttandura
- Góð samstarvsevni og fleksibilitet
- Dugir at orða seg bæði munnliga og skrivliga
- Góðir telduførleikar
- Rein revsiváttan
- Barnaváttan
- Koyrikort til bil í minimum 1 ár
Heilsukrøv
Fyri at gerast ambulansuviðgeri skal tú vera væl
fyri likamliga, hava góða heilsu og standa eina fysiska roynd. Arbeiðið kann
vera likamliga krevjandi, og um tað verður mett at tín heilsustøða kann økja um
vandan fyri tína egnu trygd ella trygdina hjá øðrum, kunnu vit ikki bjóða tær
lærupláss.
Tá tú søkir lærupláss, skal tú hava eina heilsuváttan frá
egnum lækna. Tú rindar sjálvur kostnaðin av hesi læknaváttan. Um tú hevur havt
onkra sjúku ella skaða, er tað umráðandi, at hetta er skjalfest í tíni læknaváttan.
Fysiska roynd
Tað er umráðandi at tú er væl fyri likamliga. Tí hava vit eina roynd, fyri at kanna tína
styrki og førleikar, og fyri at meta um tú megnar ta dagliga arbeiði sum
ambulansuviðgeri.
Royndin er gjølla samansett fyri at kanna teir vøddar, sum
eru undir trýsti tá tú arbeiðir sum ambulansuviðgeri.
Niðanfyri er leinkjan til fysisku royndina hjá Ambulance Syd
í Danmark, vit brúka ta somu. Hon er í fleiri pørtum. Vit
viðmæla, at tú roynir at fullføra fysisku royndina áðrenn tú kemur til sjálva
upptøkuroyndina.
Fysisk
test: Ambulance Syd - Introduktionsvideo
Fysisk
test: Ambulance Syd - Rygmuskeltest
Fysisk
test: Ambulance Syd - Mavemuskeltest
Fysisk
test: Ambulance Syd - Lårmuskeltest
Fysisk
test: Ambulance Syd - Dødløft
Fysisk
test: Ambulance Syd - Gang på stepbænk
Fysisk
test: Ambulance Syd - Løbetest
Áðrenn tú søkir starvið sum ambulansuviðgeri er tað
umráðandi, at tú er væl fyrireikað/ur, og setir teg væl inn í krøvini fyri
upptøku til ambulansuviðgera.
- Tú skal søkja talgilt,
skriva eitt sindur um teg sjálvan og hví tú søkir um at blíva ambulansuviðgeri
- Tú skal orða teg
greitt og lýsa tínar royndir stutt og greitt
- Tú skal vísa, at
tú hevur sett teg væl inn í hvat henda útbúgving inniheldur og krevur
- CV
- Kopi av
fráfaringarroynd fólkaskúlans og/ella onnur viðkomandi skjøl ella útbúgving
- Kopi av koyrikort
- Møgulig viðmæli
Tá tú hevur sent tína umsókn, fær tú eina váttan uppá
at umsóknin er móttikin.
Um tú kemur til samrøðu
Heildarfatan
Heildarfatan snýr seg m.a. um at skilja sín egna leiklut í
einari størri heild - t.d. tá arbeitt verður í toymi við ymiskum menniskjum og
fakbólkum. Tú skal skilja virksemið í einum størri perspektivi og týdningin av
egnari ábyrgd og innsatsi sum part av uppgávuloysnini. Hetta krevur góða fatan
og virðing fyri ymisleikanum hjá øðrum fakbólkum, og egnum leikluti í hesum
sambandi.
Analytisk hugsan
Analytisk hugsan inniber í hesum høpi evnini til at samla og
greina upplýsingar, finna møguligar loysnir og taka eina avgerð. Hetta er sera
umráðandi sum ambulansuviðgeri, har tørvur er á at staðfesta og handla í bráðfeingis
støðum. Man skal hava yvirlit og skapa tryggleika í ofta óskipaðum støðum, og
samstundis geva rúm til onnur í toyminum.
Samstarvsevni
Samstarvsevni inniber
at hava vilja og áhuga í at arbeiða í einum toymi soleiðis, at sjúklingurin fær
best møguligu viðgerð. Hetta samstarvið byggir á álit, ‘sparring’ og
vitanardeiling. Man skal tí trívast við at loysa uppgávur í felag og hjálpa
hvørjum øðrum í toyminum.
Samskiftisevni inniber eisini at samskifta á ein virðiligan hátt, har ein dugir at lurta og samstundis samskifta greitt og týðiliga. Gott samskifti hevur stóran týdning fyri trygdina hjá sjúklinginum og trivnaðin.
Sjálváskoðan
Sjálváskoðan inniber at kenna til egnar styrkir og
veikleikar. At megna at geva og móttaka konstruktiva afturboðan, og at biða um
stuðul og vegleiðing tá tørvur er á tí. At vera tilvitaður um hvussu man ber
seg at í ymiskum støðum, og hvussu man ávirkar onnur menniskju við egnari
atferð.
Empati
Empati inniber at skilja støðuna hjá øðrum menniskjum. Ein
ambulansuviðgeri má hava ‘medferðarkenslu’ og empati, tí stórur partur av
arbeiðinum inniber, at vera saman við menniskjum í kreppu. Sjúklingurin skal
viðfarast við virðing, umsorgan og við áliti. Førleikarnir hjá ambulansuviðgeranum
til at meta um, hvat er hóskandi í støðuni er sera umráðandi, tí tú kemur at
hjálpa menniskjum frá øllum sosialum løgum og gera skjóta metan um tørvin á
hjálp.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Louis Hansen
louha@ls.fo deildarleiðara á Sjúkraflutningstænastuni.
Lønar - og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og
Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er 17.11.2026
Vinarliga søk starvið her.
www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/flutningur-og-logistikkur/ambulansuviðgeri
https://rybners.dk/vores-uddannelser/teknisk-skole/uddannelser/alle-erhvervsuddannelser/ambulancebehandler
Preia ein vinSíggj onnur størv