Ert tú føðsluatstøðari, ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving, og hevur tað týdning fyri teg at gera føðslurættan mat, so er tað tær, vit leita eftir.
Vit húsast í høvuðskøkinum á Landssjúkrahúsinum, og arbeiða við nýggjari útgerð, sum kann menna framleiðsluna og arbeiðið í køkinum. Køkurin ger mat til sjúklingar og starvsfólk, so umframt høvuðskøkin, eru vit eisini í Kafeini, Skálanum og Matarhøllini.
Um starvið:
Tú fert at fyrireika og leggja matframleiðslu til rættis. Harumframt ert tú eisini partur av sjálvari matframleiðsluni, har vit eisini pakka og borðreiða matin til deildirnar og onnur. Sum starvsfólk í køkinum er man eisini við í arbeiðinum at fremja innaneftirlit og reingerðini av køkinum.
Talan er um fulltíðarstarv at byrja 1. mars 2026 ella eftir avtalu.
Arbeiðstíðin allar dagar er kl. 7.00 til 15.00, og vikuskiftisvaktir eru umleið 3. hvørt vikuskifti.
Førleikar:
- tú ert føðsluatstøðari ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving
- tú hevur kt-førleika á brúkarastøði
- arbeiðsroyndir frá stovnskøki og at framleiða dietar kann vera ein fyrimunur
Um teg:
- tú ert álítandi og røkin
- tú dugir at taka ábyrgd og tolir, at tað til tíðir er nógv at gera
- tú tolir broytingar í arbeiðinum
Vit bjóða:
- virknar og dugnaligar starvsfelagar
- ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
- felags innleiðslu fyri nýggjum starvsfólkum, umframt upplæring á staðnum
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í høvuðskøkinum, telefon 234520 ella teldupost gudna@ls.fo
Umsóknarfreistin er 25. januar 2026
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv