Vilt tú vera partur av okkara Sterilsentrali?

Landssjúkrahúsið Útgivið fríggjadagur, 7. mars 2025
Umsóknarfreistin er fríggjadagur, 23. mai 2025

Ert tú sterilatstøðingur, tannatstøðingur ella sjúkrarøktarfrøðingur, og brennir tú fyri at gera mun á tínum arbeiðsplássi? So hava vit starvið til tín. 

Talan er um eitt 1 ára upplæringsstarv á Sterilsentralinum, sum er ein partur av Skurðgongini á Landssjúkrahúsinum. Ein brøk á 1,0 yrkadagar frá kl. 8-16, broytingar kunnu koma í arbeiðstíðunum. Setan er 01.05.2025 ella eftir nærri avtalu.


Um deildina

Á Skurðgongini starvast 22 fólk, 15 skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 2 sterilatstøðingar í Sterilsentralinum og 5 sjúkrarøktarfrøðingar í Endoskopiini.

Vit eru ein deild í støðugari menning, har nýhugsan og eldhugi fylgja fakliga førleikanum. Vit arbeiða við hjartanum og høvdinum fyri at veita best møguligu dygd og trygd til sjúklingar undir skurðviðgerðum. Vit leggja stóran dent á samstarv, trivnað ogførleikamenning.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Vaska, sóttreinsa, smyrja, pakka og sterilsera instrumentir til allar skurðviðgerðir.
  • Syrgja fyri at alt arbeiði verður gjørt eftir reinførðis standardum
  • Upprætta instrumentir í eini KT skipan
  • Skjalfesta/spora øll instrumentir við eini KT skipan.

Um teg:

  • Tú hevur prógv og góðkenning sum sterilatstøðingur, tannatstøðingur ella sjúkrarøktarfrøðingur.
  • Tú brennir fyri at arbeiða við instrumentum og tøkni
  • Tú trívist við at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum tvørfakligum samstarvi 
  • Tú ert eldhugað/ur og hevur eitt jaligt sinnalag 
  • Tú hevur fakliga vitan og royndir innan smittuverju, endurviðgerð av instrumentum
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
  • Góða upplæring innan serøkið, skeið innan serøkið og KT skipanina, sum verður nýtt
  • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvið við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar

Um tú ynskir at vera partur av okkara starvsfólkahópi, har vit saman ganga á odda og seta nýggj mál, vilja vit fegin hoyra frá tær!

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráði. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta teg í samband við Guðrun Setberg Lindenskov, deildarleiðara, lokal 5211 gudli@ls.fo ella Elin Vitalis, depilsleiðara, lokal 5102, elivi@ls.fo  

Umsóknarfreist er 23.03.2025, kl. 24.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

 

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
 

 

Preia ein vinSíggj onnur størv