Medisinski depilin søkir eftir dugnaligum og
virkisfúsnum depilsleiðara við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund til setan 1.
november 2026 ella eftir avtalu.
Vit sóknast eftir einum eldhugaðum og
álitisvekjandi leiðara, sum er málsøkin og hevur áræðið til, saman við leiðandi
yvirlækna, at standa á odda í arbeiðinum at leiða og menna depilin. Tað er
umráðandi, at tú hevur hug og evni til at samstarva í eini toymisleiðslu, har
loyalitetur og opinleiki stuðla undir avgerðum, ið verða tiknar.
Vit ynskja ein leiðara sum er fyrikomandi, og
hevur lætt við at skapa relatiónir tvørtur um deildir og sjúkrahús. Tú hevur
nærlagni og brennur fyri, at starvsfólk tíni mennast og eydnast, bæði sum
einstaklingar og sum toymi. Tú dugir at motivera og skapa samfesti í einum
fjøltáttaðum gerandisdegi og stuðlar soleiðis undir, at ásett mál fyri
Sjúkrahúsverkið verða rokkin.
Sum leiðari á Medisinska deplinum kanst tú
vænta eitt spennandi starv, við nógvum dugnaligum starvsfeløgum. Hóast ferðin
er høg, verður stórur dentur lagdur á fakliga støðið og at vit hava umsorgan
fyri einstaka sjúklinginum.
Medisinski depilin tekur sær av kanningum og
viðgerðum av medisinskum sjúkum, umframt øðrum sergreinum, sum marka upp at
intern medisin. Á deplinum eru nógvar ymiskar sergreinar: pædiatri, neonatalogi,
kardiologi, lungasjúkur, neurologi, nefrologi, reumatologi, endokrinologi og
diabetes, gastroenterologi, onkologi, hæmatologi, dermatologi,
infektiónsmedisin, palliatión, umframt samfelags/arbeiðsmedisin.
Steno Miðstøðin er staðsett á Mediskinska
deplinum og depilsleiðslan hevur yvirskipaðu leiðsluna á Steno Miðstøðini.
Fýra seingjadeildir, sum í september allar
koma at verða í H-bygninginum, og eitt umfatandi medisinskt ambulatorii er á
deplinum. Flutt verður í nýggja H-bygningin í september 2026. Hetta viðførir
broytingar á fleiri økjum, sum komandi depilsleiðarin fer at eiga stóran
leiklut í at útføra og fáa at hepnast.
Afturat hesum hevur depilsleiðarin í felag ábyrgd
av øllum starvsfólkunum, sum eru sett á deplinum, umframt læknakonsulentar og
læknaskrivarar.
Ábyrgdarøki
Depilsleiðslan myndar
í felag leiðsluna á Medisinska deplinum. Tey hava tætt samstarv og avloysa
hvønn annan, tá annar teirra er burtur. Depilsleiðslan hevur, í tráð við
strategiina hjá Landssjúkrahúsinum, ábyrgdina av starvsfólkaleiðslu og er
stigtakari til menning og útbúgving av øllum starvsfólkabólkum á deplinum.
Depilsleiðslan skal leggja til rættis,
samskipa og optimera virksemið og tilfeingisnýtsluna, soleiðis at veitt verður
ein so munadygg tænasta til sjúkling og avvarðandi sum gjørligt innan givnar
karmar.
Depilsleiðarin gerst partur av einum
virkisfúsnum leiðarabólki, sum við áræði og eldhuga arbeiðir fyri at menna
Medisinska depilin og samstarva og samskifta nógv við sjúkrahússtjórnina,
umframt depilsleiðslur og stápar á Landssjúkrahúsinum sum heild.
Vit vænta:
at tú hugsar
strategiskt, torir at royna nýggjar mannagongdir og kanst verða við til at
menna avrik á deplinum,
at tú klárar
at seta eina greiða kós, sum samsvarar við yvirskipaðu málini fyri Medisinska
depilin og Steno Miðstøðina,
at tú kanst
standa á odda fyri, skipa og menna uppgávur á ein greiðan og sjónligan hátt,
Tað er týdningarmikið, at tú megnar at síggja
loysnir, sum fevna um fleiri fakøkir. Tú verður partur av einum depli við
fjøltáttaðum fakkunnleika og uppgávum. Tí er neyðugt, at tú dugir at samskifta
og samstarva við fólk, sum hava ymisk sjónarmið og ymiskar royndir.
Nakrar av tínum høvuðsuppgávum verða at:
- seta mál, optimera og tillaga tænastur til framtíðar tørv og krøv,
við atliti til tillutaða tilfeingið
- at tryggja karmar fyri dagliga rakstrinum og at kunna meta um
býtið av tilfeinginum í serstøkum og akuttum støðum
- at verða skynsamur og ábyrgdarfullur leiðari við atliti til
starvsfólkatrivnað, røkt og menning
- at fremja og stimbra tvørfakligt samstarv og samskifti, bæði
innan- og uttanhýsis
- at góðskutryggja og menna virksemið
- at virka miðsavnandi fyri alt økið
- at verða fíggjarliga tilvitað/ur og at tryggja skynsama nýtslu av
játtanini
Vit leggja dent á:
- prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
- royndir innan leiðslu og fyrisiting
- royndir frá sjálvstøðugum arbeiði við skiftandi uppgávum
- góð leiðslu- og tvørfaklig
samstarvsevni
- framskygni og hugflog
- stigtakan innan fakliga og organisatoriska menning
- evni at raðfesta og skipa arbeiðið
- góð analytisk evni
- góðar førleikar at samskifta
Vit bjóða:
- felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum
- eitt fjølbroytt starv, har tú fært ávirkan og ábyrgd av menningini
í deplinum
- samstarv við leiðarar og starvsfólk á deplinum
- eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi
Talan er um fulltíðarstarv við starvsbyrjan 1.
november 2026 ella eftir avtalu. Starvsheitið er depilsleiðari við
sjúkrarøktarfrøðiligari útbúgving.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsningar um
starvið fáast við at venda sær til Per Busk, sjúkrahússtjóra á tlf 234545,
t-post perbu@ls.fo ella Gunnvá
Guttesen, varastjóra, á tlf. 234570, t-post gungu@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 17. september 2026.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi sum settur verður, hevur
starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á
arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað
verður í starvinum.
Her kanst
tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý
sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.
Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá
gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka
og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri
sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita
rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt
arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit
brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200
starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv