Starvsfólk til Sterilsentralin á Skurðgongini

Landssjúkrahúsið Útgivið týsdagur, 4. august 2026
Umsóknarfreistin er týsdagur, 18. august 2026

Skurðgongin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir hjálparfólki til sterilsentralin at byrja 1. oktober 2026, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv á starvsbrøk 0.8. Arbeiðstíðin er yrkadagar frá kl. 08-16, tó ein dag um vikuna frá kl. 10-18. 


Um starvið 

Á Skurðgongini starvast 23 starvsfólk: 14 skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 4 sterilatstøðingar í sterilsentralinum og 5 sjúkrarøktarfrøðingar í endoskopiini. 

Sterilsentralurin hevur ein týðandi leiklut í at fyribyrgja infektiónum og tryggja trygga viðgerð av sjúklingum. Sum hjálparfólk í sterilsentralinum verður tú partur av einum toymi, ið hevur ábyrgd av at endurviðgera, reingera, desinfiera og sterilisera instrumentir til allar skurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum. 

Arbeiðið á sterilsentralinum fevnir eisini um at tryggja sporføri av instrumentunum í fall, at infektión uppstendur hjá sjúklinginum. Hetta verður gjørt eftir serstøkum leiðreglum og standardum, og vit nýta KT-skipanina T-DOC til at skjalprógva alla tilgongdina og sporføra instrumentini. 


Dentur verður lagdur, at tú: 

  • Hevur góð tvørfaklig samstarvsevni  
  • Hevur eitt opið og jaligt sinn 
  • Hevur góðan røkjuskap og arbeiðir skipað 
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt 
  • Virkar fyri góðum trivnaði á deildini 
  • Hevur góðan telduførleika 
  • Ert fysiskt væl fyri 


Tað er ein fyrimunur, um tú: 

  • Hevur heilsufakliga útbúgving 
  • Hevur fakliga vitan og royndir innan smittuverju og endurviðgerð av instrumentum 


Vit bjóða: 

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvið við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum 
  • Grundiga upplæring og skeið innan serøkið og KT-skipanina, sum verður nýtt 
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar 
  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt einstaklinga innleiðslu á deildini

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráði.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta teg í samband við deildarleiðara, Ruth á Fløtum, teldupost: rutaf@ls.fo, ella depilsleiðar Guðrun Setberg Lindenskov, teldupost: gudli@ls.fo

Umsóknarfreist er 18. august 2026. 

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.


Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.


Preia ein vinSíggj onnur størv