Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum
sjúkrarøktarfrøðingum í skiftandi vaktum. Talan er um eitt starv á brøk 0,8 frá
01.01.27 til 30.09.27 og eitt á brøk 0,6 frá 01.01.2027 til 31.08.27
H1 er seingjardeild við trimum toymum. H1 Hjarta-
lungatoymi tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Toymið hevur pláss fyri
11 sjúklingum. Virksemið er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið
tilhoyra somu sergreinar. Sjúkrarøkt og viðgerð eru innan sergreinarnar kardiologi
og lungamedisin.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinarnar á deildini
- útinna, leiða, miðla og menna
sjúkrarøktina
Vit leggja dent á:
- prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
- fakligar royndir innan sergreinarnar
- góð tvørfaklig samstarvsevni
- góðan telduførleika
- vilji og evni til at brúka reflektión sum
lið í menningini
- undirvísa og miðla vitan skrivliga eins
væl og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar
samstarvspartnarar, eisini primersektorin.
Vit kunnu bjóða:
- innleiðslu og upplæring
- eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- jaligt tvørfakligt samstarv
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita hjá Katrin á Lakjuni, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 4920,
katal@ls.fo
Umsóknarfreistin er 23.10.26
Vinarliga søk starvið her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast
við til møguliga samrøðu.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan
fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks
mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið,
Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum
dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu
fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags
virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og
starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð
við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev,
áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í
gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30
ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv