Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum skrivara at byrja 1. oktober, ella so skjótt sum til ber. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøk 0,8.
Um Hoyriklinikkina
Hoyriklinikkin heldur til á Oyrna-, nasa- og hálsdeildini á Landssjúkrahúsinum. Hoyriklinikkin veitir kanningar og viðgerðir til børn og vaksin við niðursettari hoyrn og trupulleikum við tinnitus. Harumframt veita vit tænastu til fólk við BAHA-tólum og CI (cochlear Implant), og gera hoyriscreeningar av øllum nýføðingum.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Sum skrivari á Hoyriklinikkini kemur tú at arbeiða fyri ta audiologiska toymið og í tøttum samstarvi við aðrar skrivarar og læknaskrivarar á Skurðdeplinum.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um:
• Móttøku av sjúklingum
• Samskipan av kalendara
• Samskifti við sjúklingar og avvarðandi
• Journalarbeiði/journalisering
• Bílegging av tólum o.ø.
• Postavgreiðsla
• Bóking av rokningum
• Annað fyrifallandi arbeiði
Skipanir, ið verða nýttar eru Cosmic, Outlook, Office-pakkin og Noah4.
Førleikakrøv
• Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
• Góðan telduførleika
Vit vænta, at tú
• Arbeiðir skipað og sjálvstøðugt
• Ert røkin og hevur eyga fyri smálutum
• Hevur góð samstarvsevni og trívist í tvørfakligum samstarvi
• Hevur jaligan hugburð
• Trívist í einum skundmiklum gerandisdegi
Vit bjóða
• Eitt spennandi og fjølbroytt starv
• Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• Góða upplæring í starvinum
• Felags innleiðslu
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hjørdis í Liða, audiologist, tlf. 252727 ella á hjordis@ls.fo, ella til Ann Ellefsen, deildarleiðara, á annel@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 16. august 2026.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv