Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum tímaløntum
starvsfólki til setan skjótast gjørligt.
Arbeiðstíð:
Arbeiðstíðir
fyri kvøld- og vikuskiftisvaktir eru hesar:
Gerandisdagar,
kvøld kl. 16.00 til 21.00
Leygardagar kl. 9.00
til 15.00 ella 15.00 til 20.30
Sunnudagar kl. 14.00
til 21.00
Arbeiðsætlanin
er skipað soleiðis, at tú aðru hvørja
viku hevur eina vakt. Í hinum báðum vikunum hevur tú vikuskiftisvaktir, so tá
arbeiðir tú 2 ella 4 vaktir.
Um
starvið:
Umframt
vanliga kundatænastu, er partur av arbeiðinum at standa fyri klárgerð av mati,
seta vørur á hillarnar, halda kafeina reina og ruddiliga.
Persónligir
eginleikar:
- tú gongur høgt upp í
kundatænastu
- tú ert fyrikomandi og røkin
- tú hevur teldukunnleika
- tolir broytingar í starvinum
Dagligt
samskifti er við sjúklingar og onnur viðskiftafólk, tí er umráðandi at tit
skilja hvønn annan væl.
Vit bjóða:
- felags innleiðsla fyri starvsfólkum
- upplæring á staðnum
Kafein er
staðsett í Forhøllini, men er partur av høvuðskøkinum á Landssjúkrahúsinum, og
hava starvsfólkini ein fjølbroyttan og virknan gerandisdag saman við góðum og
dugnaligum starvsfeløgum.
Nærri
fæst at vita um starvið
við at venda sær til:
May Dahl
Wildstrup, dagligur leiðari í kafeini, telefon 304764 teldupost maywi@ls.fo ella
Gudnu á Rógvi
Joensen leiðara í høvuðskøkinum tel. 234520 teldupost gudna@ls.fo
Setanartreytir:
Lønar- og
setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar
arbeiðskvinnufelag.
Umsóknarfreistin
er 16. oktober 2026.
Vinaliga søk
starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv