Landssjúkrahúsið søkir eftir einum KT-starvsfólki, sum skal
vera við til at veita KT-support til starvsfólk í øllum Sjúkrahúsverkinum.
Talan er um fulltíðarstarv við starvsbyrjan 01.11.2026,
ella eftir nærri avtalu.
Heilsunet er eitt av størstu KT-kervunum í landinum, við
meira enn 2.000 brúkarum og fevnir um øll trý sjúkrahúsini. KT er ein
grundleggjandi partur av kliniska virkseminum, og vælvirkandi skipanir og skjót
hjálp eru avgerandi fyri, at okkara starvsfólk kunnu veita eina góða og
effektiva sjúklingaviðgerð.
Á KT-deildini starvast í løtuni átta starvsfólk, umframt
KT-leiðaran. Deildin er partur av Fíggjar- og KT-økinum á Landssjúkrahúsinum.
Um starvið
Servicedesk - í dagligari talu KT-skivan - er fyrsta
kontaktstaðið hjá starvsfólkum og øðrum brúkarum, sum hava tørv á KT-hjálp.
Tú verður partur av einum lítlum Servicedesk-toymi og kemur
bæði at hjálpa brúkarum við vanligum KT-trupulleikum og at arbeiða við meira
tekniskum uppgávum eftir førleikum og áhuga.
Uppgávurnar fevna millum annað um:
- at
veita 1. level KT-hjálp til starvsfólk og brúkarar av okkara KT-skipanum
- at
greina og feilfinna KT-trupulleikar og loysa teir, tú kanst, sjálv/ur
- at
skráseta mál og fylgja teimum upp í okkara Servicedesk-skipan
- at
tryggja, at mál verða latin víðari til røttu serfrøðingar ella veitarar,
tá tørvur er á tí
- umsiting
av brúkarum og atgongdum, millum annað í Active Directory
- umsiting
og support av ymiskum fakskipanum
- uppseting
og feilfinning av teldum, teldlum, prentarum, fartelefonum og aðrari
KT-útgerð
- at
gera greiðar og brúkaravinarligar vegleiðingar
- við
tíðini, at taka ábyrgd av fleiri og meira krevjandi KT-uppgávum eftir
áhuga og førleikum.
Vit arbeiða í einum umhvørvi, har nýggjar skipanir og nýggj
tøkni støðugt koma afturat. Tí verður ikki væntað, at tú dugir alt
frammanundan. Hinvegin er tað týdningarmikið, at tú hevur hug og evni at læra
nýtt.
KT-skivan hevur tænastu frá kl. 8 á morgni. Arbeiðstíðin
verður skipað í toyminum, men tú skalt rokna við, regluliga at møta soleiðis,
at tú ert tøkur til arbeiðis frá kl. 8.
Hvør ert tú?
Vit leggja stóran dent á, hvør tú ert, hvussu tú arbeiðir,
og hvussu tú tekur ímóti nýggjum avbjóðingum.
Vit ímynda okkum, at tú:
- hevur
áhuga og tev fyri KT
- ert
forvitin og hevur hug at læra nýggja tøkni
- dámar
at finna fram til, hví okkurt ikki riggar, og ikki gevst beinanvegin, tá
trupulleikin er eitt sindur fløktur
- dugir
at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd fyri uppgávum
- dugir
at skipa arbeiðið og fylgja málum til tey eru loyst
- hevur
góð samstarvs- og samskiftisevni
- ert
fyrikomandi og tænastusinnað/ur og dugir at skapa tryggleika hjá brúkarum,
sum hava tørv á hjálp
- trívist
í einum arbeiðsumhvørvi, sum bæði hevur skjótar supportuppgávur og
uppgávur, sum krevja hugsavnan og feilfinning.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá Servicedesk,
KT-support ella øðrum KT-arbeiði.
Útbúgving sum KT-supportari, ella onnur viðkomandi útbúgving
er eisini ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Hevur tú fingið tínar KT-førleikar
á annan hátt, vilja vit eisini fegin hoyra frá tær.
Vit bjóða
- eina
góða innleiðslu og upplæring
- fakliga
dugnaligar og virknar starvsfelagar
- eitt
arbeiðsøki við nógvari ymiskari tøkni og góðum møguleikum fyri fakligari
menning
- møguleika
við tíðini at taka størri ábyrgd og arbeiða við meira krevjandi
KT-uppgávum
- tvørfakligt
samstarv í øllum Sjúkrahúsverkinum
- eitt
fjølbroytt arbeiðsumhvørvi, har arbeiðið hjá KT-deildini hevur beinleiðis
týdning fyri gerandisdagin hjá klinisku starvsfólkunum.
Starvið er partur av dagliga Servicedesk-dekninginum hjá
KT-deildini, og arbeiðið verður skipað soleiðis, at neyðuga tænastan til
Sjúkrahúsverkið er tryggjað.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Bjarna Fríðberg, KT-leiðara, á tlf. +298 234689 ella teldupost bjafr@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 22.09.2026.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og
strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini
Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva
er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu
fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa
eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum,
avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis
sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har
virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í
gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30
ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv