Børn og Ung Somatik søkir eftir fýra sjúkrarøktarfrøðingum.
Talan er um:
- Tvey avloysarastørv á brøk 0.7 til setan frá
01.12.2026 til 31.08.2027
- Eitt avloysarastarv á brøk 0.8 til setan frá 01.12.2026
til 31.08.2027
- Eitt barnsburðarfarloyvisstarv á brøk 0.8 til
setan frá 01.12.2026 til 31.10.2027.
Um eindina Børn og Ung Somatik
Eindin Børn og Ung Somatik er fyri børn upp til 18 ár og umfatar:
- Akuttmóttøku
av børnum og ungum til útgreinan og viðgerð
- Seingjadeild,
har børn kunnu vera innløgd
- Neonataleind
fyri sjúkar nýføðingar og ov tíðliga fødd børn
- Ambulatorii,
har børn koma til viðtalu hjá lækna ella sjúkrarøktarfrøðingi.
Viðgerð og røkt til børnini í eindini verður gjørd í tøttum
tvørfakligum samstarvi við fakbólkarnar, sum eru knýttir at eindini. Tikið
verður móti børnum úr øllum landinum og innan allar somatiskar sergreinar, og
eindin samstarvar eisini við onnur sjúkrahús og stovnar, heima og uttanlands. Nógv
ambulant virksemi fer fram í dagtímunum.
Arbeiðsuppgávur í Børn og Ung Somatik eru í høvuðsheitum:
- Útinnan
av sjúkrarøkt, viðgerð innan sergreinarnar og samskipa sjúklingagongdirnar
hóskandi til tann einstaka sjúklingin
- Leiða,
útinna, miðla og menna sjúkrarøktina á økinum m.a. við at vera aktivt
luttakandi í mun til at leita fram nýggjastu vitan
- Virka
fyri, at barn og foreldur, uttan mun til sjúkuavgerð, koma væl ígjøgnum
uppihaldið á eindini.
Vit bjóða:
- Felags
innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt einstaklinga innleiðslu
- Vit
bjóða upplæring innan økini á eindini
- Eitt
spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
- Eitt
arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á trivnað og menning
- Fakliga
menning og eitt arbeiðsumhvørvi, sum hevur eitt høgt fakligt støði
Dentur verður lagdur á:
- Danska
autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Arbeiðsroyndir
innan økið
- Evni
og vilja at samstarva við børn og foreldur teirra
- Hug
og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
- Góð
samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
- Ábyrgdarkenslu
fyri at skapa góðan trivnað
- Kreativ/ur
og fleksibul
- Broytingarsinnað/ur
Lønar- og setanartreytir smb.
sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda sær til Herdis Ludvig, funktiónsleiðara fyri Børn & Ung
Somatikk, á tlf. 304950 ella t-post herlu@ls.fo, ella
Elmar Ósá, ábyrgdarhavandi serlækna á t-post elmos@ls.fo
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3
hevur Sjúkrahúsverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin
verður framd.
Umsóknarfreistin er
tann 15.10.2026.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar seinastu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður.
Her kanst tú lesa meira um okkara
visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini
Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva
er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu
fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og
skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri
sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita
rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt
arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit
brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200
starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv