Dátuserfrøðingur til Talgild heilsa

Landssjúkrahúsið Útgivið fríggjadagur, 30. oktober 2026
Umsóknarfreistin er sunnudagur, 15. november 2026

Talgild heilsa leitar eftir einum dátuserfrøðingi, sum skal hava ein tvørgangandi leiklut í menningini av framtíðar dátugrundarlagnum í føroyska heilsuverkinum. 

Tú verður partur av programmskrivstovuni og kemur at arbeiða tvørtur um fleiri av okkara verkætlanum, m.a. felags dátumodell, nýggju kjarnuloysnina VITA og arkivloysnina. Starvið verður eitt bindilið millum kliniskt virksemi, dátur, tøkni og teir veitarar, sum vit samstarva við.

Um starvið
Tú verður við til at tryggja, at heilsudátur eru væl skipaðar, við høgari góðsku og kunnu varðveitast, flytast og endurnýtast á ein tryggan og samanhangandi hátt.

Tínar høvuðsuppgávur verða m.a. at:

  • menna og viðlíkahalda felags dátumodell og kontaktmodell, m.a. í sambandi við VITA
  • skapa yvirlit yvir dátur og vera við til at menna ein framtíðartryggan dátuarkitektur
  • arbeiða við altjóða standardum og flokkingum, m.a. LPR3, ICD, ICPC og FSIII
  • arbeiða við dátugóðsku, data governance, dátueigaraskapi og felags definitiónum
  • luttaka í menning av felags skrásetingarpolitikki og skrásetingarreglum
  • stuðla undir dátumigrering, varðveitslu og arkivering av heilsudátum
  • umboða okkara dátuáhugamál og vera ein týðandi fakligur samstarvsfelagi í dialoginum við okkara samstarvspartnarar og veitarar

Starvið hevur sostatt týdning bæði fyri verksetan av nýggjum talgildum loysnum og fyri at byggja upp varandi førleikar innan dátur og dátugóðsku í heilsuverkinum. 

Tú kemur at hava tætt samstarv við leiðslu, klinikarar, fakfólk og veitarar, umframt verkætlanleiðarar, serliga verkætlanina Dátur, og verður sostatt eitt bindi lið millum tað tøkniliga og tað fakliga.

Vit vænta, at tú
hevur viðkomandi hægri útbúgving innan t.d. datalogi, informatikk, data vísund, heilsu-KT ella líknandi. Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men vit eru eisini áhugað í tær, um tú ert nýútbúgvin ella hevur styttri arbeiðsroyndir, men sterk faklig evni innan dátuarkitektur.

Vit leggja harumframt dent á, at tú:

  • hevur analytiskan sans og góða tøkniliga fatan
  • arbeiðir skipað og sjálvstøðugt
  • dugir at samstarva tvørtur um fakbólkar og gera tøkni og dátur skiljandi fyri onnur
  • hevur áhuga fyri samspælinum millum dátur, kliniskt virksemi og talgildar loysnir
  • Hevur áhuga fyri og evni at ogna sær servitan innan standardir fyri heilsudátur og kliniska skráseting.

Vit bjóða

Eitt spennandi og tvørfakligt starv við stórari ávirkan á menningina av framtíðar talgilda heilsuverkinum. Tú verður partur av einum framfúsum toymi við góðum møguleika fyri fakligari menning og samstarvi við bæði klinisk, tøknilig og serfrøðingar, bæði innan- og uttanhýsis.

Starvið vísir til programmleiðaran í Talgild heilsa og er í fyrstu syftu knýtt at programminum sum tíðaravmarkað starv í fimm ár, við møguleika fyri einum framhaldandi leikluti eftir verksetan.

Løn og setanartreytir: Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum í fyrstu syftu er tíðaravmarkað til fimm ár. Møguleiki er fyri, at starvið verður longt ella verður gjørt til eitt varandi starv, tá ið verkætlanin fer yvir í rakstur.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Okkara visjón : Vit arbeiða við at skapa eina framtíðartryggjaða, borgaravenda talgilda loysn til føroyska heilsuverkið. Okkara mál er at stuðla undir heilsu og gera gerandisdagin lættari fyri okkara dugnaligu starvsfólk gjøgnum eina felags sjúklingajournal loysn, ið styrkir tvørgangandi samstarvið millum geirarnir í Heilsuverkinum. Visjónina fyri Sjúkrahúsverkið sært tú við at vitja okkara heimasíðu á www.sjukrahus.fo. 

Vinarliga søk starvið her. 

Preia ein vinSíggj onnur størv