Skurðdepilin
á Landssjúkrahúsinum søkir eftir royndum sjúkrarøktarfrøðingi innan skurðøki
til Skurðgongina, setan 01.10.2026 ella
sum skjótast. Talan er um eitt fast starv á brøk 0,5, gerandisdagar.
Á Skurðgongini starvast 14
skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar í endoskopieindini og 3
sterilassistentar. Skurðgongin hevur 6 skurðstovur, 2 endoskopistovur og sterilsentral.
Okkara sergreinir eru ortopedi, alm. kir., gynækologi og urologi. Í
endoskopiini verður tikið ímóti ambulantum og innløgdum sjúklingum til
kanningar og viðgerðrir. Í sterilsentralinum vera øll instrumentir
endurviðgjørd til allar skurðviðgerðir.
Skurðdepilin
leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv og vit vanta av starvsfólkunum, at
tey er við til at menna hetta og viðvirka til ein jaligan hugburð. Vit arbeiða
við einari jaligari tilgongd til arbeiðið og hetta ynskja vit eisini av okkara
nýggja starvsfelaga.
Førleikar
- Sjúkrarøktarfakligur áhugi og royndir innan skurðøkið og
instumentellari sjúkrarøkt
- Kreativitet og fleksibilitet
- Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
- Miðla vitan bæði á deildini og til aðrar samstarvsfelagar
- Telduførleiki
Vit bjóða
- Felags innleiðslu á
Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
- Eitt spennandi og fjølbroytt
arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum og uppgávum
- Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
- Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á
deildini
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Ruth av Fløtum, deildarleiðara, tlf.
304500, lokal 5200 rutav@ls.fo ella Guðrun Setberg Lindenskov, depilsleiðari,
lokal 5102, gudli@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 03.09.2026
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar
sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar
heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit
eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í
Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og
starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð
við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið
er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara
kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum
starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv