Køkkensælger, Færøerne

Færøerne, Tórshavn, Vordingborg Køkkenet A/S

Søkt verður eftir Føroya lands besta køksseljara! 

Kundi tú hugsað tær at verið við í okkara føroyska ævintýri? Vordingborg Køkkenet hevur júst latið upp handil í Havn, og okkum tørvar fleiri hendur. Vit leita tí eftir tær, ið ert hegnig/-ur at selja, og sum kanst veita viðskiftafólkum bestu tænastuna. Kanst tú játta tað? So bjóða vit tær eina áhugaverda starvsleið í vinnuni.

 

Heilt nýggir køksmøguleikar

Saman við sølustjóranum Martini fært tú ábyrgdina av nýggju handlinum, sum liggur miðskeiðis í Havnini, har tú hvønn einasta dag skalt vera við til at at tryggja eina dygdargóða uppliving hjá viðskiftafólki okkara í Føroyum. Tú fært dygga upplæring, so tú ert væl og virðiliga klár/-ur til hetta køksævintýrið.   

Sum køkssølufólk í Vordingborg Køkkenet er tað tín fremsta uppgáva at vera við til at tryggja viðskiftafólkunum allarbestu tænastuna. Tað gert tú við brosi á varrunum, einum dygdargóðum søluarbeiði, umframt at tú hevur hug at ganga tørvinum hjá viðskiftafólkinum á møti. Góð tænasta elur góða umrøðu millum vinir og kenningar, sum síðan smittar á aðra sølu - tað er tað, ið er kjarnin í tí bestu tænastuni.

Í Vordingborg Køkkenet hava vit ein lættan tóna okkara millum. Innanhýsis kapping okkara millum er ógviliga stór, men vit lyfta saman og hjálpa hvør øðrum at koma á mál við tí, vit hava fyri.   

 

Um teg

  • Tú livir og andar fyri at selja, torir at seta spurningar og koma við nýggjum tonkum.   
  • Tú hevur áður arbeitt og havt eydnuna við tær í stórum sølutilgongdum og veitst, hvat krevst fyri at fullfíggja ein handil. Og tú torir at loka hann. Tað merkir, at tú kennir øll grundstig í sølu út í æsir.
  • Títt søluhegni er framúr gott.
  • Tú skilir arbeiðslagið, lurtar eftir viðskiftafólkunum og ert veruliga  hugað/ur at geva teimum tað, teimum tørvar.
  • Tú hevur koyrikort - og egnan bil, og tú er sinnað/-ur at brúka hann fyri koyripengar.
  • Vit leggja stóran dent á, at tú breiðir góðan hýr kring teg og ert álitisvekjandi. 

Er hetta eginleikar, sum tú hevur? - So vilja vit ógviliga fegin læra teg upp í tí mest lokkandi køksætlanini í vinnuni!   

 

Løn

Tú fært fasta grundløn við provisiónsskipan, pensjónsskipan og heilsutrygging. Tí ert tú sjálv/-ur við til at gera av, hvussu stór lønin verður. Vit hava einki loft á lønini, tú kanst fáa. Tess fleiri køksdreymar, tú gert til veruleika, tess størri ómakslønin og tískil eisini hægri samlað løn. 

 

Vit bjóða

  • Mest lokkandi køksætlan og vøruval í Danmark.
  • Skraddaraseymaða útbúgvingarskrá.
  • Øll neyðug amboð, so tú fært góða byrjan við dyggari upplæring. Tú fert á innanhýsis skeið, so tú er væl tilbúgvin til arbeiðið.
  • Eggjandi prát við tínar køksstarvsfelagar í Danmark.
  • Dynamikk á arbeiðsplássinum og tætt samband millum handil og leiðslu, so ikki er so langt millum hugsan og gerð. 

Vt gleða okkum at frætta frá tær.

Vinaliga skriva umsóknina á donskum, av tí at starvsfólkaútvegan fer ígjøgnum donsku deildina. - Vit miða eftir at hava samrøður í viku 31.

Tip en venAndre stillinger

Publiceret25. juni 2025

Ansøgningsfrist23. juli 2025

Arbejdsstedets adresse16 Niels Finsens Gøta 0100 Tórshavn