Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sálarfrøðingi. Talan er um eitt avloysarastarv á fullari tíð frá 1. november 2025 til 31. juli 2026.
Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum sálarfrøðiliga útgreining og viðgerð av vaksnum fólki umframt undirvísing og supervisjón av starvsfólki.
Psykiatriski depilin útgreinar og viðgerð innlagdar og ambulantar sjúklingar. Vit leggja dent á tvørfakligt samstarv og heildarloysnir til borgaran í útgreining og viðgerð. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum recovery og rehabilitering í huga. Til at menna arbeiðið verður arbeitt miðvíst við betringarháttinum Quality Improvement (QI).
Virksemið á Psykiatriska deplinum fevnir um ymisk serøki og tilboð - sum eitt nú kognitiv atferðarterapi, dialektisk atferðarterapi, PE-viðgerð, ergoterapi, fysioterapi, medisinska viðgerð umframt psykoedukatión og avvarðandi undirvísing. Sálarfrøðingurin verður knýttur at virkseminum í mun til førleikar og tørv.
Førleikakrøv
- Cand.psych ella samsvarandi útbúgving við autorisatión. Kandidatar uttan autorisatión kunnu eisini søkja starvið
- Viðkomandi arbeiðsroyndir.
Dentur verður lagdur á
- Arbeiðsroyndir innan útgreining og viðgerð av vaksnum fólki
- Góð skipanarevni og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
- Førleika at miðla kanningarúrslit til aðrar fakbólkar og samskipa viðgerð
- Hegni at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva tvørfakligt
- Fakligt arbeiðssemi og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
- Jaligt sinni í mun til eina organisatión í menning og framgongd
- Góð samskiftisevni - og at tú ert álitisvekjandi og fyrikomandi
Vit kunnu bjóða
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv
- Eitt dynamiskt arbeiðspláss, sum er í støðugari menning
- Eitt gott fakligt og sosialt umhvørvi við ágrýtnum starvsfelagum
Lønar - og setanartreytir
Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við leiðandi yvirlækna, Tórmóður Stórá, t-post: psykinfo@ls.fo, tlf. 30 47 40.
Freistin at søkja starvið er 10. oktober 2025
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv