Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir
læknaskrivarar ella skrivarar til læknaskrivaratoymið at byrja skjótast til ber
ella eftir nærri avtalu. Talan er um tvey størv á fulla tíð.
Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum starvast 1.100 fólk. Umleið 55 teirra hoyra til
Diagnostiska Depilin, sum fevnir um Røntgendeildina og Rannsóknarstovuna.
Deildirnar eru mannaðar við funktiónsleiðarum, toymisleiðarum, læknum,
radiografum, bioanalytikarum og einum felags læknaskrivaratoymi.
Depilin ger ymiskar kanningar eftir ávísing frá sjúkrahús- og
kommunulæknum. Samstarvað verður tætt við onnur sjúkrahús bæði í Føroyum og
uttanlands, og summar royndir og myndir verða sendar uttanlands til greiningar.
Læknaskrivaratoymið røkir uppgávurnar hjá Diagnostiska Deplinum.
Uppgávurnar umfata eisini samskipan av screening og útgreining av krabbameini
fyri Sjúkrahúsverkið.
Um teg
Tú hevur áhuga í at arbeiða í einum læknaskrivaratoymi, sum fevnir um ymisk
fakøki. Tú ynskir at geva títt íkast, fakliga og sosialt, fyri góðum trivnaði á
deildunum.
Arbeiðsuppgávur:
- At bóka tíðir og innkalla borgarar til ymiskar kanningar
og screening
- Móttøka og skráseting av borgarum
- Telefonavgreiðsla og teldupostsamskifti við borgarar, læknar
og sjúkrahús innan- og uttanlands
- Skriva røntgenfrágreiðingar og avgreiða patologisvar
- Aðrar skrivarauppgávur eftir tørvi
Førleikakrøv:
- Tú ert útbúgvin læknaskrivari/skrivari
- Tú ert fyrikomandi, erlig/ur, positiv/ur og hevur góðar KT- og
málførleikar
- Tú evnar at varðveita ró og yvirblikk, tá ið nógv er at gera
- Tú ert fakliga dugnalig/ur, støðug/ur, ágrýtin og trívist við
nýggjum avbjóðingum
- Tú tryggjar góðar sjúklingagongdir við serligum atliti til høga
tænastu, góðsku og sjúklingatrygd
- Tú vísir positivan vilja til tvørfakligt samstarv og broytingar í
mannagongdum
- Tú hevur hug at miðla vitan á deildini og til aðrar starvsfelagar
Vit bjóða:
- Eitt spennandi
arbeiðsumhvørvi við fakliga kompetentum og virknum starvsfeløgum
- Gott
tvørfakligt samstarv millum læknaskrivarar, røntgenlæknar, patologar,
radiografar, bioanalytikarar og onnur
- Virknan
gerandisdag har arbeitt verður í SECTRA RIS/PACS, Cosmic og
Patologiskipanini
- Felagsinnleiðslu
á sjúkrahúsinum og upplæring á deplinum
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at seta
seg í samband við:
Umsóknarfreistin er 27.09.2026.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst
tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið
fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og
Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar
heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý
sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í
Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og
starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð
við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er
eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara
kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum
starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv