Landsdemenssamskiparar til Suðurstreymoy og Suðuroy

Landssjúkrahúsið 

Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum eru tvey størv sum landsdemenssamskiparar leys at søkja frá 01.08.2025 ella skjótast til ber. Talan er um eitt starv í Suðuroy og eitt starv í Suðurstreymoy

Størvini eru staðsett á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum og arbeiðsøkini eru í  kommunalu samstarvsøkjunum, ávikavist Bú- og Heimatænastan Suðuroy (BHS) og Økistænasta í Sandoy.


Vit søkja eftir fólki til:

  • Eitt fast starv á brøk 1,0. Arbeiðsøkið er umráðið, sum Tórshavnar Kommuna og Økistænastan varða av
  • Eitt fast starv á brøk 0,6. Arbeiðsøkið er umráðið, sum BHS varðir av.


Starvskarmar og innihald hjá Landsdemenssamskiparunum:

Landsdemenssamskipanin er partur av ætlanini um eitt demensvinarligt samfelag og skal tryggja, at vitan um demens kemur út til fólk; tey við demens, teirra avvarðandi og onnur, sum skulu veita hjálp í samband við demensin.

Tað er eitt av strategimálunum hjá Sjúkrahúsverkinum at arbeiða við at menna demensvinarliga samfelagið.

Tann demensrakti skal vera í miðdeplinum í øllum tilgongdum, og  landsdemenssamskiparin skal á sínum kommunala øki virka fyri bestu tænastu um tann demensrakta og avvarðandi, hetta saman við ymiskum samstarvsfeløgum.


Uppgávurnar eru:

  • At vera við til útgreiningar á demensklinikkini, at hava viðtalur, at fylgja viðgerðunum, sum verða settar í verk og aðra neyðuga uppfylgjan í tí sambandinum við at stuðla og ráðgeva kommunalu demenssamskiparunum, Almannaverkinum, demensraktum og avvarðandi.
  • At vera forlongdi armurin hjá demensklinikkini - út til kommunurnar og annars landið sum heild. At  vegleiða samstarvsfeløgum, so tey verða før fyri at undirvísa og gera samrøðubólkar til persónar við demens og avvarðandi. Menna tann sosialpædagogiska hugburðin og vera tann reflekterandi praktikarin.
  • At menna tilfar til vitan um demens saman við starvsfeløgum á Demensklinikkini.
     

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.
  • Royndir innan demensøkið.
  • Um eingin skikkaður sjúkrarøktarfrøðingur søkir starvið, tilskila vit okkum rætt til at seta ein við aðrari heilsufakligari útbúgving, sum hevur demenssamskipara prógv og royndir innan demensøkið.
     

Ynskiligt er, at tú hevur:

  • Útbúgving sum demenssamskipari
  • Hegni at megna nógvar bóltar um somu tíð, tí starvið fevnir breitt
  • Vilja at arbeiða í broytingartilgongdum
  • Hugin og viljan at arbeiða tvørfakliga, rehabiliterandi, heilsufremjandi, fyribyrgjandi  og vitanardeilandi

 

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv innan demensøkið
  • Stóra ávirkan á menningina innan demens í Føroyum 
  • Innleiðslu og upplæring í starvinum
  • Regluliga supervisión 
  • Mentor fyrstu tíðina at ráðføra seg við
  • Luttøku í felags menning innan økið. Fakliga sparring við starvsfelagar innan landsdemensskipan eftir tørvi 

 

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita um størvini við at ringja á tlf. 234754 til Irene Meklenborg, deildarleiðara á Demensklinikkini, ireme@ls.fo

Umsóknarfreistin er 23.06.2025

 

 Her kanst tú lesa meita um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv

Publishedmikudagur, 4. juni 2025

Application deadlinemánadagur, 23. juni 2025

ContactIrene Meklenborgireme@ls.fo+298 234754

Workplace addressNot specified