Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum sálarfrøðingum til Børn og Ung Psykiatri

Landssjúkrahúsið Útgivið mikudagur, 23. apríl 2025
Umsóknarfreistin er fríggjadagur, 9. mai 2025

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir við hesum eftir tveimum sálarfrøðingum til Børn og Ung Psykiatri. Talan er um eitt fast starv á brøk 0,8 til setan 01.07.2025, umframt eitt farloyvisstarv á brøk 0,9 til setan frá 01.09.2025 til og við 31.08.2026, ella eftir nærri avtalu.

 

Um Børn og Ung Psykiatri
Børn og Ung psykiatri arbeiðir við útgreining og viðgerð av menningarórógv og psykiatriskum sjúkum hjá børnum og ungum upp til 18 ár.

Virksemið er skipað í tríggjar ambulantar eindir:

  • Barnatoymi: børn til og við 11 ár 
  • Ungatoymi: ung frá 12 til 17 ár 
  • Viðgerðartoymi: fylgir børnum og ungum í heiligvágsviðgerð fyri ADHD. 

Harafturat umfatar virksemið eina dageind, har vit veita eitt miljøterapeutisk tilboð til familjur í dagtímunum gerandisdagar. Ein innlegging á dageindini kann t.d. fevna um bæði barna- og ungdómspsykiatriska útgreining og viðgerð.

25 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at Børn og Ung Psykiatri og hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at útgreiningar og viðgerð verða veittar við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.

Fasta starvið sum sálarfrøðingur er sum útgangsstøði knýtt at ungatoyminum. Harumframt kann starvið innibera nakrar uppgávur í dageindini og í mun til forvisiterandi samrøður. Farloyvisstarvið er í barnatoyminum.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum:

  • Sálarfrøðiligar kanningar og viðgerð av børnum og ungum
  • Ráðgeving av teimum, sum eru um børnini
  • Planlegging og tilrættislegging av útgreiningar- og viðgerðargongdum frá A til Z
  • Luttøka í innanhýsis tvørfakligum konferansum, har útgreiningar- og viðgerðarætlanir verða lagdar, og tað verður diagnostiserað við støði í gjørdu kanningunum
  • Veiting av psykoterapeutiskari viðgerð (individuelt og evt. í bólki) t.d. út frá einari kognitivari tilgongd (DAT/KAT) ella mentaliseringsbaseraði tilgongd (MBT)
  • Subakuttar metingar av børnum og ungum við t.d. tunglyndi, sjálvmorðstankum, psykosusymptomum, akuttum belastningsreaktiónum o.a.

Arbeiðsuppgávurnar innibera nógv samstarv við foreldur og onnur avvarðandi, umframt aðrar stovnar og myndugleikar. Samskipan av hesum samstarvi er ein týðandi partur av arbeiðnum. Sálarfrøðingurin kann eisini vænta at fáa supervisiónsuppgávur.
 

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum sálarfrøðingur, gjarna við autorisatión ella á veg til at gerast autoriseraður
  • Góðar tvørfakligar samstarvseginleikar, bæði í mun til børnini, tey ungu og familjur teirra umframt við aðrar stovnar, sum varða av børnunum, teimum ungu og familjum teirra.
  • Góð evni til at arbeiða skipað og førleikar til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis og at raðfesta uppgávurnar á ein hátt, sum tryggar góðan samanhang í bæði útgreiningar- og viðgerðargongd
  • Førleikar at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga til einstaklingar og bólkar
     

Harumframt ynskja vit umsøkjara:

  • Við arbeiðsroyndum innan útgreining og viðgerð av børnum, ungum og familjum. Hesar royndir eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Sum er fyrikomandi og álitisvekjandi
  • Við jaligum sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
  • Við smidleika og arbeiðssemi
  • Sum gevur sítt íkast til eitt jaligt arbeiðsumhvørvi og møtir sínum starvsfeløgum við opinleika, hjálpsemi og virðing
  • Sum er ábyrgdarfullur, og tekur ábyrgd av egnum trivnaði og læring.


Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv, har tú gert ein týðandi mun fyri børn, ung og teirra familjur
  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á yrkisføri og menning
  • Møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisión og tvørfakligar konferansur


Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Onnu Kristinu N. Niclasen, funktiónsleiðara á Børn og Ung Psykiatri, á annnl@ls.fo, ella Ninu Staal, funktiónsleiðandi yvirlækna á Børn og Ung Psykiatri, á ninst@ls.fo. Eisini kann ringjast umvegis skrivaran á telefon nr. 304740.

Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Sjúkrahúsverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 09.05.2025.

Vinarliga søk starvið her.

Setanarsamrøður væntast at verða í viku 21 og 22.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar seinastu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál. 

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.    

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Preia ein vinSíggj onnur størv