Hevur tú áhuga fyri tøkni og tøkniligari útgerð, so er hetta rætta læruplássið fyri teg.
Medico tekniska deild á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum lærlingi at byrja 01.05.2025 ella eftir avtalu.
Vit bjóða eitt lærupláss í einum góðum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Tú fert at fáa ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag, saman við einum dugnaligum starvsfólkahópi.
Á Medico teknisku deild fert tú at læra at umvæla, installera og viðlíkahalda teknisk tól og samskiftisútgerð á Landssjúkrahúsinum. Deildin setur seg inn í nýggjastu tøknina innan tól til sjúkrahús í tøttum samstarvi við starvsfólkini á sjúkrahúsinum. Hesum samstarvi fert tú eisini at gerast partur av.
Um deildina
Medico tekniska deild stendur fyri umvælingum, viðlíkahaldi, eftirliti og innkeyp av medico tekniskum tólum í Sjúkrahúsverkinum. Deildin hevur somuleiðis ábyrgdina av sjónvarps- og útvarpstøkni og telekommunikatións útgerðini á Landssjúkrahúsinum. Medico tekniska deild stendur fyri at undirvísa starvsfólki, tá nýggj tól verða tikin í nýtslu, og er deildin í Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum.
Vit ynskja at tú:
- Hevur hug og áræði at vera við í umvælingini og menningini av tólum og tøknini innan Sjúkrahúsverkið, til frama fyri sjúklingar og viðgerðir.
- Dugir væl við fólki, tá partur av arbeiðinum hjá Medico teknisku deild er at vegleiða og umvæla tól, ið eru á deildunum í Sjúkrahúsverkinum.
- Hevur gott handalag.
- Ert fyrikomandi og álítandi.
- Hevur góðar KT førleikar.
Førleikakrøv:
- Í minsta lagi 9. flokksprógv frá fólkaskúlanum.
Um lærutíðina og útbúgvingina:
Tú lærir fyrst til elektronikfakteknikara, og fert síðan í læru sum medikotøkningur. Læruplássið er á Medico teknisku deild á Landssjúkrahúsinum og arbeiðstíðin er fulla tíð.
Lærutíðin 5 ár, har tú ert í skúla í 55 vikur. Skúlagongdin er í á tekniskum skúla í Viborg í Danmark.
Les meira um útbúgvingina og skúlan her:
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Royndartíðin er 6 mánaðar.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Einar Venned, leiðara á Medico teknisku deild, telefon 234533 ella einve@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 23.03.2025.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv