Starvsfólk til reingerð á Landssjúkrahúsinum.

Landssjúkrahúsið Útgivið fríggjadagur, 29. mai 2026
Umsóknarfreistin er mánadagur, 15. juni 2026

Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum starvsfólki til reingerð á skurðgongini G2. Talan er um fast starv, at byrja skjótast til ber.  

 

Um starvið

Tú fert at arbeiða í einum góðum arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum, har arbeitt verður við at førleikamenna okkara starvsfólkahóp. Upplæring verður við starvsbyrjan.

 

Arbeiðið snýr seg um at gera reint í felagshølum og á skurðstovum á Skurðgongini, G2. Á skurðgongini arbeiða í dag 5 starvsfólk innan reingerð. Arbeitt verður á starvsbrøki 0,75 sum er umleið 30 tímar um vikuna. Møguleiki er at taka eykavaktir.

 

Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Tú skal arbeiða í bæði dag- og kvøldvakt. 

5. hvørt vikuskiftið er vikuskiftisvaktir. Klokkutíðirnar eru hesar:

  • Dagvaktir kl 7-15 
  • Kvøldvaktir: vaktirnar eru skiftandi, møtt verður antin kl. 14-21 ella kl. 15-21
  • Vikuskiftisvaktir eru 5. hvørt vikuskiftið kl 10-14, viðhvørt kann verða arbeitt longri.

 

Vit vænta, at umsøkjarar hava:

  • Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
  • Kunnu arbeiða sjálvstøðugt og tola broytingar í arbeiðinum. 
  • Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur 
  • Viðkomandi umsøkjari skal vera 18 ár

 

Dagligt samskifti er við aðrar starvsbólkar, tí er umráðandi, at tit málsliga skilja skilja Føroyskt í skrift og talu.. 

 

Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja til tlf. 304614 gerandisdagar millum  kl 8-14, ella skriva til Súsannu Nolsøe, teldupost susanna.nolsoe@ls.fo

 

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

 

Umsóknarfreistin er 14. juni 2026.

Preia ein vinSíggj onnur størv