8 KBU størv á Landssjúkrahúsinum leys at søkja til setan 01.09.2026

Landssjúkrahúsið Útgivið mánadagur, 8. september 2025
Umsóknarfreistin er týsdagur, 23. september 2025

Í føroysku KBU skipanini verða 8 Klinisk Basisuddannelse (KBU) størv lýst til setan 01.09.2026.

KBU stilling 1: Kirurgi-Medicin 
KBU stilling 2: Medicin-Psykiatri
KBU stilling 3: Kirurgi-Medicin
KBU stilling 4: Medicin-Almen medicin, Suðurstreymoyar læknadømi
KBU stilling 5: Kirurgi-Almen medicin, Suðurstreymoyar læknadømi
KBU stilling 6: Medicin-Almen medicin, Suðurstreymoyar læknadømi
KBU stilling 7: Kirurgi-Almen medicin, Suðurstreymoyar læknadømi 
KBU stilling 8: Kirurgi-Almen medicin, Norðoya læknadømi

Umsøkjarar, sum hava tilknýtið til Føroyar ella duga føroyskt í skrift og talu, hava ein fyrimun. Umsøkjarar ið velja at søkja KBU-starv í føroysku KBU-skipanini, skulu ikki vera meldað til í donsku KBU-skipanini. 

Umsóknin skal innihalda:
Motiveraða umsókn út frá teimum 7 læknarollunum
Curriculum vitae
Núverandi bústað, telefonnummar, teldupost, føroyskt p-tal og danskt cpr. nr.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Hjálparlæknaráð Føroya/ Felagið fyri Yngri læknar.
Landssjúkrahúsið veitir bústað, alt eftir tørvi og ferðaútreiðslur, eftir ásettum reglum, verða endurgoldnar.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Helenu Skaalum Mikkelsen á tlf. 234593 ella t-post helena@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 23.09.2025.
Umsóknirnar verða mettar útfrá skrivligu umsóknini og CV í viku 40.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av
MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

 

 

Preia ein vinSíggj onnur størv