Talan er um 3 føst størv, í skiftandi vaktum, á starvsbrøki 0,8. Starvsbyrjan er 01.02.26. ella eftir avtalu.
Sergreinirnar eru hesar:
- Infektiónsmedisin
- Nefrologi
- Gastroenterologi
- Reumatologi
- Onkologi
- Hæmatologi
- Palliatión
- Endokrinologi
H1 er medisinsk seingjardeild við 35 seingjaplássum býtt í trý toymi. Toymið H1 vestur tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum og hevur pláss fyri 16 sjúklingum. Virksemið á deildini er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinarnar á deildini
- Útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina
Vit leggja dent á:
- fakligan áhuga innan sergreinarnar
- góð tvørfaklig samstarvsevni
- góðan telduførleika
- vilja og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
- at tú kann undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga til sjúklingar og avvarandi, starvsfelagar, lesandi og aðrar samstarvspartar
Vit kunnu bjóða:
- Innleiðslu og upplæring
- Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
- Fakliga dugnaligar, jaligar og virknar starvsfelagar
- Jaligt tvørfakligt samstarv
Førleikakrav:
- Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
-
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Guðni Remberg funktiónsleiðara á tlf. 304937 ella á teldupst gudre@ls.fo
Umsóknarfreistin er 30.11.25.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv