Psykiatriski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir við hesum eftir einum sálarfrøðingi til Børn og Ung Psykiatri. Talan er um eitt fast starv á brøk 0,9 til setan frá 1. august 2026, ella eftir nærri avtalu.
Um Børn og Ung Psykiatri á Psykiatriska deplinum
Børn og Ung psykiatri arbeiðir við útgreining og viðgerð av menningarórógv og psykiatriskum sjúkum hjá børnum og ungum upp til 18 ár.
Virksemið er skipað í tríggjar ambulantar eindir:
• Barnatoymi: børn til og við 11 ár
• Ungatoymi: ung frá 12 til 17 ár
• Viðgerðartoymi: fylgir børnum og ungum í heiligvágsviðgerð fyri ADHD.
Haravtrat umfatar virksemið eina dageind, har vit veita eitt miljøterapeutisk tilboð til familjur í dagtímunum gerandisdagar. Ein innlegging á dageindini kann t.d. fevna um bæði barna- og ungdómspsykiatriska útgreining og viðgerð. Viðgerðin umfatar m.a stabilisering av børnum og ungum ið eru belastaði, í øktum sjálvmorðsváða ella hava etingarólag.
25 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at Børn og Ung Psykiatri og hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at útgreiningar og viðgerð verða veittar við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.
Starvið sum sálarfrøðingur er sum útgangsstøði knýtt at dageindini.
Førleikakrøv:
• Útbúgving sum sálarfrøðingur, gjarna við ella á veg til at gerast løggildur.
• Góðar tvørfakligar samstarvseginleikar, bæði í mun til børnini, tey ungu og familjur teirra umframt við aðrar stovnar, sum varða av børnunum, teimum ungu og familjum teirra.
• Góð evni til at arbeiða skipað og førleikar til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis og at raðfesta uppgávurnar á ein hátt, sum tryggjar góðan samanhang í bæði útgreiningar- og viðgerðargongd
• Førleikar at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga til einstaklingar og bólkar.
• Royndir innan psykiatri og/ella arbeiði við børnum og ungum er ein fyrimunur
Harumframt ynskja vit umsøkjara:
• Sum er fyrikomandi og álitisvekjandi
• Við jaligum sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
• Við smidleika og arbeiðssemi
• Sum gevur sítt íkast til eitt jaligt arbeiðsumhvørvi og møtir sínum starvsfeløgum við opinleika, hjálpsemi og virðing
• Sum er ábyrgdarfullur, og tekur ábyrgd av egnum trivnaði og læring.
Vit bjóða:
• Eitt spennandi starv, har tú gert ein týðandi mun fyri børn, ung og teirra familjur
• Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi
• Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á yrkisføri og menning
• Møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisión og tvørfakligar konferansur
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Onnu Kristinu N. Niclasen, funktiónsleiðara á Børn og Ung Psykiatri, á annnl@ls.fo ella hjá Eydnu Iversen Lindenskov, depilsleiðara á Psykiatriska deplinum, á eydna.lindenskov@ls.fo. Eisini kann ringjast umvegis skrivaran á telefon nr. 304740.
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Sjúkrahúsverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsóknarfreistin er mánadagin 26. juni 2026.
Setanarsamrøður væntast at verða í viku 27.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.
Preia ein vinSíggj onnur størv