Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólki til reingerð á deild at byrja skjótast gjørligt. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið.
Um starvið
Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um reingerð av sjúkrastovum, skrivstovum, viðgerðarhølum og øðrum økjum á deildini.
Umframt høvuðsuppgávuna innan reingerð, so eru borðreiða vit eisini máltíðir til sjúklingar. Tað hevur við sær, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt ávíst samskifti við sjúklingar, og tí er umráðandi, at tit skilja hvønn annan væl.
Arbeiðstíðin er áleið 30 tímar um vikuna. Tú arbeiðir bæði dag- og kvøldvakt og gerandis- og halgidagar. Vikuskiftisvaktir eru 3. hvørt vikuskifti, og tað kann koma fyri, at arbeitt verður 2. hvørt vikuskifti.
Vaktirnar eru skipaðar soleiðis:
- Dagvakt: kl. 8-15
- Dag- og kvøldvakt: kl 8-14, har tú skalt møta aftur kl. 17-19
Í sambandi við at fleiri deildir fara at flyta í H bygningin, skal roknast við broytingum í bæði arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum.
Vit vænta, at umsøkjarar hava:
- Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
- Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
- Dáma at hava nógvar ymiskar uppgávur
- Tola broytingar í arbeiðinum og arbeiðstíðum
- Viðkomandi umsøkjari skal vera 18 ár
Upplýsingar
Vilt tú vita meira um starvið ber til at ringja á tlf. nr. 304614 gerandisdagar millum kl. 8-14 ella skriva til Súsannu Nolsøe, teldupost susanna.nolsoe@ls.fo
Lønar- og setanartreytir: Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Umsóknarfreistin er 1. juli 2025. Vinarliga søk starvið her
Preia ein vinSíggj onnur størv