Sjúkrarøktarfrøðingur til Eygnadeildina

Landssjúkrahúsið Útgivið mikudagur, 7. mai 2025
Umsóknarfreistin er fríggjadagur, 25. juli 2025

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Eygadeildina. Talan er um fast starv á starvsbrøki 0,5.  Arbeiðið er í dagtímunum - ikki kvøld ella vikuskifti. 

Ynskja starvsbyrjan 30/06/2025.

Arbeiði á deildini snýr seg í høvuðsheitum um kanningar og skurðviðgerðir, sjálvstøðugt ambulatorium við m.a. diabetes, glaucom og børnum. Allar kanningar verða framdar við ymiskum tólum.

Vit eru ein lítil tøtt deild við 12 starvsfólkum - 4 læknar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar og 3 skrivarar. Vit leggja dent á gott samstarv og hugna í tí dagliga.

 

Dentur verður lagdur á

  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Sjúkrarøktarfakliga vitan og royndir innan skurðviðgerðir
  • Kreativitet og fleksibilitet
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • At miðla vitan bæði á deildini og til aðrar samstarvsfelagar
  • Telduførleika á brúkarastøði

 

Vit bjóða

  • Innleiðslu á deildini
  • Spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini

 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til sjúkrarøktarfrøðing á Eygnadeildini, tlf. 304500 lokal 5346, teldupost: eyga@ls.fo ella til Elin Vitalis depilsleiðara, tlf. 234523, teldupost: elivi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 25.05.2025

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv