Landssjúkrahúsið søkir eftir starvsfólki við tøkniligari bakgrund

Landssjúkrahúsið Útgivið hósdagur, 19. mars 2026
Umsóknarfreistin er týsdagur, 7. apríl 2026

Landssjúkrahúsið søkir eftir einum starvsfólki, sum hevur fakligan førleika og áhuga fyri tøkniligari útgerð. Talan er um starv á Medico teknisku deild. 

Um starvið

Medico tekniska deild stendur fyri umvælingum, viðlíkahaldi og eftirliti av medico tekniskum tólum á Landssjúkrahúsinum og í øllum Sjúkrahúsverkinum.

Arbeitt verður m.a. við hesum:

  • Medicoteknik, so sum røntgen, EKG og tilhoyrandi KT skipanir
  • Telesamskiftistøkni, har TRIO callcentur er partur av tøknini
  • Allari sjónvarps- og útvarpstøkni á Landssjúkrahúsinum

Upplæring og innleiðsla verður við starvsbyrjan.

Førleikakrøv:

  • Tú skal hava eina tøkniliga útbúgving.
  • Arbeiðsroyndir innan  elektronik fakliga økið, ella útbúgving sum elektronikfak tøkningur, kann vera ein fyrimunur.

Vit vænta at tú:

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum 
  • Ert álítandi og fyrikomandi
  • Tolir broytingar í arbeiðinum 
  • Hevur góðar KT førleikar, og vilja at eftirútbúgva teg í Føroyum og uttanlands

Vit bjóða:

  • Eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum
  • Ávirkan á fakliga menning
  • Góða innleiðslu 

Lønar- og setanartreytir: 

Starvið er fulltíðarstarv. Medico Tekniska deild hevur vaktarskipan, har starvsfólk hava tilkallivakt áleið 5. hvørja viku. Tilkallivaktin er í fyrstu syftu ikki partur av hesum starvinum, men kann gerast partur av arbeiðinum eftir eina tíð. Tú má tí tola broytingar í starvi og starvsinnihaldi. 

Starvsstaður er á Landssjúkrahúsinum, men har kunnu verða arbeiðsuppgávur í øllum Sjúkrahúsverkinum.   

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Starvið er til setan 1. mai 2026 ella eftir avtalu. 

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Einar Venned, deildarleiðara , telefon 304533, teldupost einve@ls.fo

Umsóknarfreistin er 7. apríl 2026

Vinaliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv