HR deildin á
Landssjúkrahúsinum leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfelaga til barnsburðarfarloyvisstarv.
Talan er um eitt eitt starv sum HR fulltrúi við starvsbyrjan tann 01.11.2026 og á leið eitt ár fram.
HR deildin hevur serliga
ábyrgd av starvsfólkaviðurskiftum á Landssjúkrahúsinum, her undir
starvsfólkapolitikkum, starvsfólkaumsiting og lønarflokkingum. Deildin varar
somuleiðis av uppgávum so sum útbúgving, organisatiónsmenning, leiðslumenning,
førleikamenning og trivnaði í breiðum høpi.
Høvuðsuppgávur í
starvinum
- Trivnaðarkanningar
- Førleikamenning
- Strategi arbeiði
- Ráðgeving til leiðarar og starvsfólk
- Innleiðsla fyri nýggjum starvsfólkum
- Mynstring og avmynstring
- Samskipan av skeiðum
- Samskipan av leiðslumenning
- Umsiting av nýggjum og verandi skipanum
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Vit sóknast eftir einum
fulltrúa við viðkomandi útbúgving, og sum hevur royndir og áhuga í økinum. Tað
er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við skipanum s.s. Garuda, MyMedCards og
BSL.
Landssjúkrahúsið er eitt
stórt arbeiðspláss við nógvum ymiskum fakbólkum, og tí er tað av stórum týdningi,
at tú dugir væl at samstarva og samskifta við ymisk fólk. Tú skalt duga at
samskifta á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu. Eisini hevur tað stóran
týdning, at tú megnar at rúma einum gerandisdegi við nógvum skiftandi uppgávum
og til tíðir høgari ferð.
Vit bjóða eitt fjølbroytt
og áhugavert starv undir støðugari menning. Umframt eitt gott arbeiðsumhvørvi
við vinarligum starvsfelagum. Eisini bjóða vit eina felags innleiðslu og
upplæring á deildini.
Lønar- og
setnarviðurskifti eru
sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og avvarðandi sáttmála.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Selmu
Herup, HR deildarstjóra á tlf. 286863 ella t-post selma@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 12.10.2026.
Vinarliga søk
starvið her.
Á heimasíðuni www.ls.fo
kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni "Um
stovnin".
Sjúkrahúsverkið
fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og
Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar
heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús,
sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit
virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at
veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er
eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara
kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum
starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv