Starvsfólk til kafeina á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið Útgivið mánadagur, 28. oktober 2024
Umsóknarfreistin er hósdagur, 14. november 2024

Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum starvsfólki til kvøld- og vikuskiftisvaktir, at byrja skjótast gjørligt. 

Kafein er staðsett í Forhøllini, men er partur av køkinum á Landssjúkrahúsinum, og hava starvsfólkini ein fjølbroyttan og virknan gerandisdag saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.

Um starvið

Umframt vanliga kundatænastu, fert tú m.a. at standa fyri klárgerðan av mati, seta vørur á hillarnar og halda kafeina reina og ruddiliga. Upplæring innan økið verður við starvsbyrjan.

Arbeiðstíðir

Tú hevur tvær kvøldvaktir um vikuna, sum er hvørt mána- og týskvøld kl. 16 til 21.

Harumframt arbeiðir tú annaðhvørt vikuskifti, har tú tað eina vikuskiftið bert arbeiðir leygarkvøld, og hitt vikuskiftið arbeiðir fríggjakvøld, leygardag og sunnudag/kvøld.

Klokkutíðirnar eru hesar:

Gerandisdagar kl.       16.00 til 21.00

Leygardagar kl.           9.00 til 15.00 ella 15.00 til 20.30

Sunnudagar kl.           14.00 til 21.00

 

Persónligir eginleikar:

  • Tú ert fyrikomandi
  • Tú gongur høgt upp í kundatænastu og reinføri
  • Tú hevur teldukunnleika


Dagligt samskifti er við sjúklingar og onnur viðskiftafólk, og tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til May Dahl Widstrup, á telefon 304764 ella teldupost maywi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 14. november 2024.

Vinarliga søk starvið her. 

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
 

Preia ein vinSíggj onnur størv