Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er eitt farloyvisstarv sum landsdemenssamskipari leyst at søkja frá 01.01.2025 til 30.04.2025.
Vit søkja eftir fólki til :
Eitt farloyvisstarv á brøki 0,8. Okkum tørvar ein, sum hevur hug til í eitt avmarkað tíðarskeið at økja um sína vitan um demens, og hvussu hetta økið í heilsuverkinum arbeiðir. Starvið eru staðsett á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum og arbeiðsøkið er í kommunalu samstarvsøkinum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastuni (NBH) .
Starvskarmar og innihald hjá Landsdemenssamskiparunum:
Landsdemenssamskipanin er partur av ætlanini um eitt demensvinarligt samfelag og skal tryggja, at vitan um demens kemur út til fólk, - tey við demens, teirra avvarðandi og onnur, sum skulu veita hjálp í samband við demensin.
Tað er eitt av strategimálunum hjá Sjúkrahúsverkinum at arbeiða við at menna demensvinarliga samfelagið.
Tann demensrakti skal verða í miðdeplinum í øllum tilgongdum, og landsdemenssamskiparin skal á sínum kommunala øki virka fyri bestu tænastu um tann demensrakta og avvarðandi, - hetta saman við ymiskum samstarvsfeløgum.
Uppgávurnar eru:
- At verða við til útgreinan á Demensklinikkini. At hava viðtalur og fylgja viðgerðunum, sum verða settar í verk. At gera uppfylgjan í tí sambandinum við at stuðla og ráðgeva kommunalu demenssamskiparunum, Almannaverkinum, demensraktum og avvarðandi.
- At vera forlongdi armurin frá demensklinikkini - út til kommunurnar og annars landið sum heild. At vegleiða samstarvsfeløgum, so tey verða før fyri at undirvísa og gera samrøðubólkar til persónar við demens og avvarðandi. Menna tann sosialpædagogiska hugburðin og vera tann reflekterandi praktikarin.
- At menna tilfar til vitan um demens saman við starvsfeløgum á Demensklinikkini
Førleikakrøv:
- Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Royndir innan demensøkið
- Um eingin skikkaður sjúkrarøktarfrøðingur søkir starvið, tilskila vit okkum rætt til at seta ein við aðrari heilsufakligari útbúgving, sum hevur demenssamskipara prógv og royndir innan demensøkið.
Ynskiligt er, at tú hevur:
- Útbúgving sum demenssamskipari
- Hegni at megna nógvar bóltar um somu tíð, tí starvið fevnir breitt
- Vilja at arbeiða í broytingartilgongdum
- Hugin og viljan at arbeiða tvørfakliga, rehabiliterandi, heilsufremjandi, fyribyrgjandi og vitanardeilandi.
Vit bjóða:
- Eitt spennandi starv innan demensøkið
- Innleiðslu og upplæring í starvinum.
- Regluliga supervisión
- Mentor fyrstu tíðina
- Luttøku í felags menning innan økið. Fakliga sparring við starvsfelagar innan landsdemensskipan eftir tørvi.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um størvini við at ringja á tlf. 234687 til Marjun Restorff, deildarleiðara á P60, lsmarre@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 18.11.2024.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv