Starvsfólk til borðreiðingartoymið á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið 

Leitar tú eftir tímaløntum starvi og ynskir tú at borðreiða fyri sjúklingum á Landssjúkrahúsinum? So søkir nýggja borðreiðingartoymið á Landssjúkrahúsinum eftir starvsfólkum at byrja skjótast til ber.

Borðreiðingartoymið arbeiðir á songjardeildunum á Landssjúkrahúsinum og stendur fyri at maturin verður settur fram, borðin út og at rudda verður av aftaná máltíðina. Upplæring innan økið verður við starvsbyrjan. 

Tú hevur eina til tvær kvøldvaktir um vikuna, og harumframt arbeiðir tú 3. hvørt vikuskifti. 

Arbeiðstíðin er:

Gerandisdagar kl.       16.30 til 19.00

Leygardagar kl.           7.30 til 15.00 ella 16.30 til 19.00

Sunnudagar kl.           7.30 til 15.00 ella 16.30 til 19.00

Gerandisdagar verður borðreitt við nátturða og gjørt klárt til drekkamun um kvøldið.

Vikuskiftisvaktir verður borðreitt til allar máltíðir á songjardeildini.

 

Persónligir eginleikar:

  • Tú ert fyrikomandi
  • Tú gongur høgt upp í at veita eina góða tænastu og reinføri

Dagligt samskifti er við sjúklingar og onnur viðskiftafólk, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudna á Rógvi Joensen, kostfakligur leiðari í høvuðskøkinum, telefon 234520 ella gudna@ls.fo

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin er 01.07.2025. 

 

Her kanst tú lesa meita um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.     

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv

Publishedmánadagur, 16. juni 2025

Application deadlinetýsdagur, 1. juli 2025

ContactStarvsfólkadeildinhr@ls.fo+298 304500 lokal 1097

Workplace addressNot specified