Medisinski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Livur, Maga og Tarm Ambulatoriið. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 0,8, at byrja 1. apríl 2026 ella eftir avtalu.
Arbeiðstíðin er gerandisdagar millum kl. 8-16. Starvið fevnir eisini um vikuskiftisvaktir á medisinskari seingjardeild.
Um Livur, Maga ogTarm ambularoriið
Livur, Maga og Tarm ambulatoriið er staðsett á G3 og er mannað við føroyskum serlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum og læknaskrivarum. Eisini er eitt samstarv við útlendskar serlæknakonsulentar.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Veita sjálvstøðuga sjúkrarøkt, viðgerðir og eftirkanningar. Telefonviðtalur og samskifti er ein stórur partur av arbeiðsuppgávuni
- Geva biologiskan heilivág, intravenøsar infusiónir, injektiónir og tablettviðgerðir
- Útinna, leiða, miðla og menna vitan innan sjúkrarøkt
- Vera við til at menna Livur, Maga og Tarm økið í Føroyum
- Kunna sjúklingar, avvarðandi og heilsustarvsfólk um sjúku, heilivág við meira
- Tvørfakligt samstarv við læknar, læknaskrivarar og aðrar viðkomandi fakbólkar
Dentur verður lagdur á, at tú hevur:
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt.
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- At tú megnar at fáa yvirlit yvir fjøltáttaðu arbeiðsuppgávurnar og rafesta og samskipa sjúklingagongdir
Vit bjóða:
- Felags innleiðslu og grundiga upplæring
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar í einum vælvirkandi toymi
- Fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum
- Góðar møguleikar fyri førleikamenning
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Jóhonnu Andreasen funktiónsleiðara, tlf. 304500, lokal 6251, ella við at skriva til johad@ls.fo
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er tann 20. Mars 2026
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv