Farloyvisstarv á fíggjardeildini á Landssjúkrahúsinum.
Søkt verður eftir einum úrslitasøkjandi fulltrúa til fíggjardeildina. Viðkomandi
kemur at vera við til at knýta enn meira samband millum virksemið á
sjúkrahúsinum og fíggjarkarmarnar. Tann, sum verður settur, fer at hava eitt
natúrligt samband við leiðslurnar á deplunum og geva teimum hollan stuðul í sambandi
við fíggjarstýring. Fulltrúin fer annars at arbeiða við verkætlanum innan
fíggjarøkið, sum fevna tvørturum deplar og deildir.
Í fíggjardeildini arbeiða 11 fólk, harav 3 fulltrúar sum m.a. arbeiða við
fíggjarstýring og menningin innan fíggjarøkið. Økið fevnir um fíggjarstýring av
Landssjúkrahúsinum og teimum stovnum, sum eru knýttir at hesum. Fíggjardeildin
tekur sær eisini av málsviðgerð og ráðlegging, sum hevur samband við fíggjarlig
viðurskifti, herundir at veita tænastu til sjúkrahúsleiðslu, depilsleiðslur og
aðrar leiðslur.
Talan er um farloyvisstarv, at byrja skjótast gjørligt, og er setanin
tíðaravmarkað til 1 ár.
Arbeiðsuppgávur
- Arbeiða við at tryggja skynsama nýtslu av játtan
saman við deildarleiðarum, depilsleiðslum og stjórn
- Innaneftirlit / kontrolling
- Menna arbeiðsgongdir, millum
annað við vitlíki og øðrum amboðum
- Fíggjarbókhald og aðrar
bókhaldsuppgávur
Førleikar
Tú hevur eina langa ella miðallanga útbúgving frá
hægri lærustovni, eitt nú innan búskaparfrøði. Útbúgving ella royndir innan
talgildan av mannagongdum er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Tú hevur fíggjarligt tev, dugir at arbeiða við hagtølum og ert
"analytisk/ur" og hevur áhuga fyri hesum. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, at
veita eina góða tænastu og at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar
starvsbólkar.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Tú kemur at starvast í einum fakligum og mennandi arbeiðsumhvørvi við
áhugaverdum og fjølbroyttum uppgávum. Tú skalt trívast í einum ferðmiklum
gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum uppgávum.
Sum persónur ert tú álítandi, fyrikomandi og hevur jaligan hugburð. Vit
vænta, at tú ert fleksibul og røkin.
Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Inga Mittún, Fíggjar-
og KT deildarstjóra, á telduposti: im@ls.fo ella á telefon
+298 211800.
Umsóknarfreistin er 27. oktober 2026
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv