Sjúkrarøktarfrøðingar til medisinsku seingjadeildina H1 - Neurologi og Dermatologi toyminum

Landssjúkrahúsið 

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum at byrja 1. november 2025 ella skjótast gjørligt. Talan er um føst størv á brøki 0,8 í blandaðum vaktum.

H1 er seingjadeild við 35 seingjaplásssum, deilt á trý toymir. H1 - Neurologi og Dermatologi toymið taka ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt sjúklingum innan dermatologi. Toymið hevur pláss fyri 10 sjúklingum. Virksemið í toyminum er í samstarvi við ambulatoriir innan somu sergreinar. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar í toyminum. Toymið H1- Neurologi og Dermatologi er í løtuni staðsett á B7.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum eru:

  • sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • at útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á:

  • at tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • at tú hevur góð tvørfaklig samstarvsevni 
  • at tú hevur fakligan áhuga innan økið
  • at tú hevur góðan telduførleika
  • at tú hevur viljan og evni at brúka reflektión sum lið í menningini
  • at tú kann undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar

Vit kunna bjóða:

  • innleiðslu og upplæring á deildini
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi, fjølbroytt og stuðlandi arbeiðsumhvørvi
  • fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin, funktiónsleiðara á B7, tlf. 304599 lokal 4915 ella á t-post elihj@ls.fo 

Umsóknarfreistin er tann 7. oktober 2025.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum. 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál. 

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv

Publishedtýsdagur, 23. september 2025

Application deadlinetýsdagur, 7. oktober 2025

ContactStarvsfólkadeildinhr@ls.fo+298 304599, lok 1097

Workplace addressNot specified