Sjúkrahúsverkið søkir eftir einum logopedi ella taluráðgeva
at byrja 01.09.2026 ella eftir nærri avtalu. Talan er um tíðaravmarkað starv frá
01.09.2026 til 31.12.2026 á starvsbrøk 0,875.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Nýsetti logopedurin verður partur av
einum toymi saman við verðandi audiologopedum í Sjúkrahúsverkinum.
Sum logopedur verður tín høvuðsuppgáva at kanna sjúklingar
og skipa endurvenjing hjá sjúklingum, ið hava fingið málsligar og/ella
talutrupulleikar. Harumframt verður tú við til at veita ráðgeving og
vegleiðing til starvsfólk, avvarðandi og sjúklingar
við samskiftistrupulleikum.
Arbeiðsøkið fevnir um alt landið og øll trý sjúkrahúsini -
Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús.
Í Sjúkrahúsverkinum eru endurvenjingartoymir við ymiskum
sergreinum, og er logopedurin ein týðandi partur av toyminum, tá ið tað ræður
um endurvenjing av sjúklingum, ið hava fingið samskiftistrupulleikar m.a. eftir
apopleksi.
Tú kanst rokna við, at arbeiðið í stóran mun verður skipað
sum ambulantar viðtalur við fylgjandi sjúklingabólkar: dysartri, afasi,
parkinson og raddarsjúklingar.
Ynskiligir førleikar til umsøkjarar
- Útbúgving sum logopedur, audiologopedur ella
lærari/námsfrøðingur við eftirútbúgving innan økið
- Góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
- Góðar telduførleikar
Vit bjóða
Vit bjóða eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum í einum
mennandi og tvørfakligum umhvørvi.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta
seg í samband við Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterapideildini, tlf.
211602 ella á alvha@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 28.08.2026.
Vinarliga søk starvið her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og
strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini
Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva
er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu
fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa
eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum,
avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis
sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har
virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í
gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30
ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv