Bioanalytikarar til Diagnostiska depilin, Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið Útgivið mánadagur, 3. august 2026
Umsóknarfreistin er mánadagur, 17. august 2026

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir bioanalytikarum til Rannsóknarstovuna at byrja skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu. Talan er um tvey fulltíðarstørv á 40 tímar um vikuna við vaktskyldu.


Um okkum

Á Landssjúkrahúsinum starvast umleið 1100 starvsfólk, harav umleið 35 eru staðsett á Rannsóknarstovuni - funktiónsleiðari, toymisleiðarar, bioanalytikarar, patologur og stápsfunktión.

Rannsóknarstovan umfatar fleiri rannsóknarstovuøki/umráði, har biokemi er størst við umleið 1,2 mió. analysum árliga. 

Rannsóknarstovan tekur blóðroyndir og EKG á innløgdum og ambulantum sjúklingum, sum verða ávístir frá sjúkrahús- og kommunulæknum. Deildin samstarvar við rannsóknarstovur innan- og uttanlands.

Rannsóknarstovan umfatar:

• Biokemi

• Immunulogi og blóðbanka

• Mikrobiologi

• Patologi

• Nuklearmedisin

• Neurofysiologi

• Screeningseind


Um teg

Tú brennir fyri fakinum og ynskir at starvast á eini spennandi deild í tøttum samstarvi við fakliga dugnaligum starvsfeløgum, og kanst geva títt íkast til deildina bæði fakliga og sosialt.

Vit vænta, at tú:

• Ert útbúgvin bioanalytikari við danskari autorisatión

• Hevur góð samstarvsevni

• Dugir at miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar


Vit bjóða

• Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum

• Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar

• Positivt tvørfakligt samstarv

• Felags innleiðslu


Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at seta seg í samband við Biritu K. Samuelsen, funktiónsleiðara, birje@ls.fo, tel +298 304500, lokal 5601.

Umsóknarfreistin er tann 17. august 2026

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.


Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv