Skurðdepilin á
Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til seingjadeildina
G4/H2.
Talan er um føst størv á brøk 0,8 í skiftandi vaktum at byrja 01.11.2026.
Deildin er ein
kirurgisk seingjadeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan
ortopedi, parenkym, urologi, gynækologi, ONH og eygnasjúkur. Deildin hevur
samanlagt pláss fyri 34 sjúklingum, við 22 plássum á G4 og 10 plássum á H2.
Eisini umfatar deildin virksemið Dagskurð.
Setanarøkið og
tænastan er í løtuni á G4/H2 á Skurðdeplinum.
Førleikar
- Tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Tú hevur dirvi, góð samstarvsevni
og ert fleksibul
- Tú hevur fakligan áhuga innan øki
- Tú hevur eitt opið og jaligt sinni
- Tú hevur góðan telduførleika.
Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan øki
Vit kunnu bjóða
- Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Upplæring á deildini
- Felags innleiðslu
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/Heilsurøktarafelagið og
Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mariu Matras Thorkildshøj deildarleiðara,
tlf. 304599 - lokal 5064 t-post: marmt@ls.fo ella til Guðruna Setberg
Lindenskov, depilsleiðara, tlf. 304599 - lokal 5102 t-post: gudli@fo
Umsóknarfreistin er tann 15.10.2026.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv