Varaleiðari til skurðseingjadeildina G4/H2 á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið Útgivið hósdagur, 26. mars 2026
Umsóknarfreistin er hósdagur, 9. apríl 2026

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir varaleiðara til skurðseingjadeildina G4/H2 til setan 1. juni 2026.

Deildin er ein skurðseingjadeild, ið veitir røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, maga/tarm, urologi, almenn kirurgi-, gynekologi-, eygna-, oyrna-, nasa- og hálssjúkum. Tað eru í alt 32 seingjarpláss, við 22 plássum á G4 og 10 plássum á H2, umframt nøkur dagskurðpláss.

Skurðdepilin ynskir ein leiðsluáhugaðan varaleiðara, sum kann ganga á odda við fakligari menning og dygdarmennandi arbeiði á deildini. Vit vænta, at tú ert opin og jaligt sinnað/ur við góðum samstarvsevnum. Tað er umráðandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi. 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • sjúkrarøkt, herundir at leiða, miðla, menna og útinna sjúkrarøkt
  • verða samskipari og sameina nógvu ymsu smáu økini
  • faklig leiðsla, menning og herundir starvsfólkaleiðsla
  • at standa á odda og taka stig til dygdarmennandi arbeiði á deildini
  • fíggjarstøða og tímanýtsla hjá deildini
  • dagliga yvirlitið yvir nýtslu av tilfeinginum
  • leggja til rættis innleiðsluætlan fyri nýggj starvsfólk og lesandi
  • dagføring av politikkum, leiðreglum og instruksum
  • taka hond í har tað er neyðugt

Dentur verður lagdur á

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur 
  • Hollan fakligan førleika og royndir innan skurðsjúkrarøkt
  • Góðan telduførleika 
  • Góð evnir og royndir við at undirvísa og miðla vitan

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
  • Eitt spennandi og gott arbeiðsumhvørvi
  • Eina deild  við nógvum ymiskum sjúklingabólkum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini


Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Mariu Matras Thorkildshøj deildarleiðara, tlf. 304599 lok 5064, t-post marmt@ls.fo ella Guðruna Setberg Lindenskov depilsleiðara tlf. 783400, t-post gudli@ls.fo 

Umsóknarfreistin er 9. apríl 2026

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv