Landssjúkrahúsið søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi at arbeiða sum sjúklingasamskipari á Uttanlandstænastuni. Talan er um eitt fast starv á 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í dagtímunum gerandisdagar. Starvsbyrjan er 01.02.2025 ella eftir nærri avtalu.
Um Uttanlandstænastuna
Uttanlandstænastan er partur av Kliniska Stápi og hevur staðseting á Landssjúkrahúsinum. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar í mun til lógarverk og sáttmálar, og deildin er ein samskipandi eind fyri klinisku deplarnar á sjúkrahúsunum, viðgerðarstøð uttanlands og sjúklingar, sum verða ávístir til viðgerðir uttanlands. Endamálið er at fáa eina vælskipaða, hóskandi og skjóta sjúklingatilgongd við sjúklinginum í miðdeplinum.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- At fyriskipa og miðsavna allar uppgávur í sambandi við, at sjúklingar verða ávístir uttanlands til viðgerðar
- At eftirkanna og menna sjúklingagongdir, sum fevna um viðgerð uttanlands
- At samskifta við og veita umsorgan fyri sjúklingum og avvarðandi
- At vegleiða og ráðgeva um rættindi hjá sjúklingum og avvarðandi, sambært galdandi kunning
- At loysa tær uppgávur, sum Uttanlandstænastan annars hevur, t.d. í sambandi við andlát og avrokning av útlendingum í viðgerð á Landssjúkrahúsinum
- At halda eyga við og eftirkanna, at avrokningar frá viðgerðarstøðum uttanlands eru samsvarandi við tað, sum Sjúkrahúsverkið hevur ávíst sjúklingin til.
- At halda eyga við og eftirkanna, at kliniska sjúklingagongdin samsvarar við galdandi avtalur millum Sjúkrahúsverkið og viðgerðarstøð uttanlands, umframt galdandi lógarverk.
Dentur verður lagdur á
- Góðkenda útbúgving og hollar royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Evni at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis, bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Góð samskiftisevni og evni at møta sjúklingi og avvarðandi í truplum støðum
- Góð samstarvsevni
- Áhuga fyri fyrisitingarligum arbeiði
- Góðan telduførleika og dirvi at arbeiða við nýggjum skipanum
Vit bjóða
- Felags innleiðslu og upplæring á deildini
- Eitt arbeiðsumhvørvi, har trivnaðurin er í miðdepli, og har mentanin er merkt av opinleika og samstarvi
- Støðuga menning í mun til ymisku arbeiðsuppgávurnar, har tín útbúgving, vitan og royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur hava stóran týdning, bæði í tí sjúklingavenda og fyrisitingarliga arbeiðinum og avgerðunum
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ingvør Justinussen, deildarleiðara á Uttanlandstænastuni, tlf. +298 507672 ella á teldupostadressuni ingju@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 03.01.2025.
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttanfyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv