Sjúkrarøktarfrøðingar til summarfrítíðarstørv, medisinsku seingjadeildirnar, H1

Landssjúkrahúsið 

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum til fulltíðar og parttíðar frítíðaravloysarastørv í skiftandi vaktum á medisinsku seingjardeildunum, H1, í tíðarskeiðinum 01.06.2025 til og við 31.08.2025.


Førleikar

  • Tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur ella ert lesandi
  • Dirvi, góð samstarvsevni og fleksibiliteti
  • Fakligan áhuga innan økini
  • Evni til skjótt at skapa yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar, tað verið seg innanhýsis og uttanhýsis
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Góðan telduførleika


Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Birnu Mohr Joensen, depilsleiðara á Medisinska deplinum, á lokal 6102 ella á teldupost: birjo@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 07.04.2025.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.     

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar

Preia ein vinSíggj onnur størv

Publishedhósdagur, 20. mars 2025

Application deadlinemánadagur, 7. apríl 2025

ContactBirna Mohr Joensenbirjo@ls.fo304500, lokal 6102

Workplace addressNot specified